– Hetta er ein stórur dagur fyri okkum

Landsstýrismaðurin fegnast um, at Føroyar nú hava fingið atlimaskap í WHO

– Hetta er ein stórur dagur fyri okkum. Tað er eingin ivi um tað. Vit kunnu fegnast saman.

 

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, nú Føroyar hava fingið atlimaskap í heimsheilsustovninum WHO.

 

Umsóknin um føroyska atlimaskapin var einmælt gingin á møti á fundi í morgun.

 

Kaj Leo Holm Johannesen væntar sær nógv av limaskapinum, men hann væntar eisini, at Føroyar hava okkurt at bjóða afturfyri.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Kaj Leo Holm Johannesen í tíðindunum á FM1 á middegi í dag.