Aling/virking
Annað av feløgunum, sum higartil er farið undir at ala tosk í Føroyum, er Faroe Salmon, sum er undir samtakinum hjá Bakkafrost á Glyvrum, og soleiðis er hetta felag um móðurfelagið eisini limur í Føroya Havbúnaðarfelag.
Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, sigur, at hann kennir kunngerðirnar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir til, og sum vit umrøða í hinari greinini á hesi opnu.
- Vit høvdu kunngerðina um fjarstøðu frá kryvjing og virking til aliøkini til hoyringar, tá hon kom í gildi. Tá hugdu vit eftir, hvar virkini liggja í mun til, hvar aliringarnir liggja, og vit staðfestu, at hesir virkir lógu meira enn henda eina kilometurin frá táverandi aliringum.
Ragnar sigur, at sambært kunngerðini skulu nýggj virkir, sum kunnu hugsast at vera bygd til kryvjing ella virking av alifiski, liggja 2,5 kilometrar frá aliøkjum.
- Hetta hevur so ikki verið aktuelt enn, og tí hava vit í mínari tíð sum formaður í Føroya Havbúnaðarfelag ikki gjørt nakað serligt burtur úr hesum, sigur hann.
Ragnar ásannar tó, at sambært kunngerðunum kann tað gerast trupult at fáa alda toskin til kryvjingar, virkingar ella goymslu á verandi virkjum, um tey skulu lúka treytirnar fyri virking.
- Sum eg dugi at síggja, kann talan bert verða um virkir í Sandoynni og í Hvalba, sum liggja uttanfyri nevndu fjarstøðu frá aliøkjum.
Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag vísir á, at vanlig fiskavirki ikki hava somu reinsiskipan til frárensluvatn sum virkir, ið fáast við alifisk hava.
- Vanlig fiskavirki hava reinsiskipanir, sum syrgja fyri, at frárenslið ikki skal dálka ov illa, men tey hava ikki sóttreinsiskipanir á sama hátt, sum virkini, ið fáast við alifisk, leggja hann aftrat.
Sosialurin kann skoyta uppí, at sambært kortinum yvir aliøkir og fjarstøðu, er líkt til, at virkið hjá Faroe Seafood á Toftum liggur uttanfyri nevndu 2,5 kilometrarnar frá aliøki.
Í síni kunning á heimasíðuni sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at góðkenningar skulu til, áðrenn nakað virki yvirhøvur kann arbeiða alifisk, antin tað er laksur, síl – ella aldur toskur.
Góðkenningar skulu eisini til, áðrenn nakar sum helst flutningur kann fara fram av aldum toski.
Lesið eisini hina greinina á hesi opnu, sum umrøður nevndu kunngerðir.