Tað var niðurstøðan hjá Simon Kvamm, meðan hann var á pallinum við Nephew í gjár.
Og hann hevði rætt. Tað var eitt lorta veður á G!-festivalinum í ár. Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri festivalinum. Tungar aldur skolaðu seg undir pallin á sandinum hósdagin, og tí var festivalurin so at siga fluttur niðan á spæliplássið. Tað hevði sína serstøku føroysku sjarmu at hoyra Týr, Eivør, Arch Enemy, Nepew og onnur á spæliplássinum í Syðrugøtu, men har var ofta lítið pláss og ljóðgóðskan var ikki sannførandi.
Veðrið hóvaði ikki fleiri. Fleiri gestir rýmdu, tung í huga, undan regninum hósdagin og fríggjadagin. Onnur vóru treisk og lótu seg ikki órógva. Tey royndu at fáa sum frægast burturúr á mórudíkinum á tjaldingarøkinum.
Føroyskir festivalar hava roynt vansarnar við føroyska veðurlagnum. Regnið og vindurin fekk eisini ávirkan á G!-festivalin í ár. Leygardagin fingu gestirnar hinvegin tað, sum festivalurin er eyðkendur fyri.
Við treytunum, sum veðrið setti, fekk G!-festivalurin sum frægast burturúr. Men festivalurin í ár verður ikki hin minniríkasti, sum fer at metla seg fast í minni á teimum flestu.