Hetta er garrvilt

Vinnarin í kappingini hjá Smyril Line gleðir seg til biltúrin gjøgnum Evropa

Hetta er garrvilt, vit eru SO spent, segði Ragnhild Ellingsgaard, tá hon fekk at vita, at hon hevði vunnið kappingina hjá Smyril Line.

 

Ragnhild Ellingsgaard vann kappingina hjá Smyril Line um eina koyriferð til Evropa.

- Í einum nýggjum húsum á einum gomlum stykkið í Klaksvík býr ein lítil, fitt barnafamilja. Her finna tit 2 ára gomlu Vón, 4 ára gomlu Brá og 6 ára gamla Pætur. Tey búgva saman við mammuni og pápanum (tveir lítlir vættrar búgva eisini undir trappusteininum, men teir telja ikki ordiliga við).

 

Soleiðis byrjaði heilsanin frá Ragnhild og familjuni, ið skuldi royna at fáa teg at atkvøða fyri teimum. Og sigast má, at væl varð rikið. Tá av tornaði, hevði familjan Ellingsgaard fingið 500 atkvøður fleiri enn nummar tvey á listanum.

 

Av Smyril Line siga tey, at tað var sera spennandi allan vegin, men at Ragnhild Ellingsgaard gjørdi eitt ordans hál móti endanum og at munurin tí til síðst gjørdist heili 500 aktvøður.

 

Seinnapartin í dag vóru Ragnhild og familjan á skrivstovuni hjá Smyril Line og tóku í móti kekkinum.