Hetta er heilt einfalt ikki rætt

- Tí skulu vit yvirtaka útlendingaøkið, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Og gongst sum ætlað, verður tað longu næsta ár

- Sum støðan er nú, eru tað danskir myndugleikar, sum avgera, um ein útlendingur, sum er giftur við einum føroyingi, kann sleppa at búgva í Føroyum. Tað eru eisini danskir myndugleikar sum avgera um HB kann fáa ein útlendskan spælara, ella um Bakkafrost kann sleppa at seta ein útlending í starv.

 

Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum sigur, at hetta er heilt einfalt ikki rætt, og tað kann heldur ikki halda fram.

 

Á ráðstevnu, sum teir báðir føroysku fólkatingsmenninir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, skipaðu fyri seinnapartin í dag um at yvirtaka útlendingamál á føroyskar hendur, staðfesti Poul Michelsen, at tað er avgerandi fyri sjálvsavgerðarrættin hjá eini tjóð, at fólkið sjálvt kunnu avgera, hvør skal hava loyvi at uppihalda sær í landinum.

 

- Men í dag hava føroyingar ongan avgerðarrætt á økinum. Danska stjórnin ger lóggávuna á økinum, danskir myndugleikar umsita øki og harvið avgera danir hvør skal sleppa til Føroyar, og hvør ikki skal sleppa til Føroya.

 

- Og tí skulu føroyingar yvirtaka útlendingaøkið, staðfestir landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at er viljin og samstarvshugurin til staðar, fer tað at bera á mál at yvirtaka útlendingaøkið.  Og hann vísir á, at landsstýrið hevur tikið samráðingar upp við ES og danskar myndugleikar um at yvirtaka útlendingaøkið.

 

Tað er komið væl áleiðis við hesum fyrireikandi arbeiði, og Poul Michelsen vónar, at næsta ár er klárt at leggja uppskot fyri Løgtingið um at yvirtaka málsøkið.

 

 

Men hann ásannar eisini, at tað er neyðugt at hava eina greiða integratiónsætlan klára til teir útlendingar, sum koma higar.

- Vit skylda okkum sjálvum, og teimum sum koma til Føroyar, at hava eina væl umhugsaða skipan, sum tryggjar, at vit eru før fyri at taka ímóti, og integrera teir útlendingar sum koma til Føroya. Tí bara soleiðis verða tey ein ágóði, og eitt tilfeingi, sum ger okkara land meiri fjølbroytt, meiri tolsamt og meiri litríkt, sigur landsstýrismaðurin. Og vit eru í teirri hepnu støðu, at vit kunnu læra av teimum mistøkum, onnur hava gjørt, sigur hann.

Poul Michelsen er eisini sannførdur um, at føroyingar fara at klára at umsita útlendingamálini á fullgóðan hátt.

- Eg eri í øllum førum sannførdur um, at tann skipan vit fáa tá ið málsøkið verður føroyskt, verður betri enn skipanin í dag, tí hon er alt annað enn nøktandi, sigur Poul Michelsen.