Hetta er helst síðsti møguleikin hesa ferð

Í kvøld verða makrelsamráðingarnar millum Føroyar, Ísland, Norra og ES tiknar uppaftur

Í kvøld verða makrelsamráðingarnar millum Føroyar, Ísland, Noreg og ES, tiknar uppaftur, eftir at eingin avtala spurdist burtur úr samráðingunum í Bergen í síðstu viku.

 

Hesaferð hittast partarnir í London, har samráðingarfólkini eru frammanundan, nú tey eisini skulu tingast um býtið av norðhavssild og svartkjafti.


Sum skilst, er ætlanin eisini at brúka bæði morgindagin og fríggjadagin til tingingar um makrelin, men helst er hetta eisini síðsti møguleikin, skal ein semja fáast í hesum umfari.

 

Vónirnar hava verið betri enn tær hava verið áður og allir partar hava flutt seg ímóti hvørjum øðrum, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

 

Trýst á pilin undir myndini og hoyr, hvussu Jacob Vestergaard metti um støðuna á Rás2 nú á miðdegi