Hetta er ikki nøktandi

- Men vit eru nøgd við gongdina

Fyrra hálvár í ár hevði tryggingarfelagið, Trygd, 3,8 milliónir í avlopi.

Tað boðar felagið frá í morgun.

 

Úrslitið hjá Trygd fyri fyrra hálvár í ár, varð 4,6 milliónir krónur fyri skatt, afturímóti 13,3 milliónir krónur fyri skatt í 2013.

 

- Eftir skatt var hálvársúrslitið 3,8 milliónir krónur í 2014. Tað var 10,8 milliónir í 2013.

Janus Thomsen, stjóri, sigur, at hóast úrslitið í sær sjálvum ikki er nøktandi, er hann sum heild nøgd við gongdina higartil í ár.

- Fyrra hálvár 2014 hevur serliga verið merkt av nógvum skaðum. Tað er sermerkt, at talan ikki er um einstakar stórar skaðar, men heldur um nógvar mi.alstórar skaðar.

 

- Hinvegin hava vit megnað at hildið fram at vinna størri marknaðarlut á privata marknaðinum.

- Seinasta árið hava vit megnað at økt um talið tryggingum eini 10% og tað eru vit sjálvsagt serstakliga nøgd við.

 

Sostatt hava vit aftur í 2014 megnað at styrkt okkara stø.u á føroyska tryggingarmarknaðinum.

 

- At inntøkurnar eru lækkaðar í sama tíðarskeiði vísir bara, hvussu hørð kappingin á marknaðinum er í løtuni. Her er tað serliga 20% lækkingin í fjør sum ger mun.

 

Hann vísir á, at bruttoinntøkurnar frá tryggingargjøldum lækkaðu úr 44,6 milliónum í 2014 til 41,9 milliónir í 2014.

 

Í 2014 hevur skaðagongdin ikki verið nøktandi. Talið av skaðum var 2058 afturímóti t1651 í 2013, og bruttoskaðaendurgjøldini hækkaðu úr 20,9 milliónum krónum í 2013 til 27,8 milliónir í 2014.

 

Tann 30. juni var eginognin hjá Trygd var 79,4 milliónir krónur.