Hetta er møguleikin hjá høvuðsstaðnum

B36 og HB hava í dag møgueika at taka seg nærri toppliðnum

Tríggir teir síðstu dystirnir í 18. umfari vera seinnapartin. Fríggjakvøldið vann Víkingur 2-1 á heimavølli ímóti KÍ, og í gjár vann EB/Streymur 3-1 á Argjum.

 

At KÍ einki fekk við sær úr Sarpugerði ber við sær, at HB og B36 í dag hava møguleika at vinna seg eitt sindur nærri toppinum. Bæði HB og B36 eru stórfavorittar at vinna fulla úrtøku. HB fyrireikar seg at fara til Fuglafirðar, og B36 fær í Gundadali vitjan av TB.

 

Felags fyri ÍF og TB og eisini B68, sum á Svangaskarði fær vitjan av 07 Vestur, er, at tey eru í nánd av niðurflytingarstrikuni. Sigurin á Argjum í gjár bar við sær, at tað eru fýra stig frá EB/Streymi og niður til strikuna. AB er niðast. Tað eru fýra stig fram til B68, ið er á áttanda plássi.

 

ÍF – HB: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

B68 – 07 Vestur: Jónfinn Olsen kl. 16.00

 

B36 – TB: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00

 

 

 

171601451048
HB171223421038
B36171214361737
Víkingur181035391933
07 Vestur17827292726
EB/Streymur175111153216
TB174310123715
B6817359173114
ÍF174013154012
AB183114134010