Louis Van Gaal er føddur í Amsterdam tann 8 august í 1951. Louis Van Gaal er sostatt 62 ár.
Louis Van Gaal leikti í síni tíð sum leikari við Ajax, Antwerpen, Telstar, Sparta Rotterdam og AZ. Hann er tó ikki kendur frá síni tíð sum leikari.
Louis Van Gaal er meira kendur frá síni tíð sum venjari. Hann var venjari í Ajax frá 1991 til 1997. Í tíðini undir Louis Van Gaal eydnaðist tað Ajax at vinna holendska meistaraheitið tríggjar ferðir, umframt at felagið bæði vann Europa League kappingina og Champions League kappingina. Europa League vann Ajax í 1992, meðan Ajax vann Champions League í 1995.
Louis Van Gaal gjørdist í 1997 nýggjur venjari í stórfelagnum FC Barcelona. Við Louis Van Gaal vann FC Barcelona 2 meistaraheitir, umframt eina spanska steypakapping.
Í ár 2000 gjørdist Louis Van Gaal landsliðsvenjari hjá Hollandi. Hann var landsliðsvenjari inntil í 2002. Louis Van Gaal livdi ikki upp til tað, sum hollendska fólkið hevði vónað, tá Louis Van Gaal varð settur sum landsliðsvenjari. Holland leikti seg, fyri fyrstu ferð síðani 1986, ikki við til HM endaspæli í 2002, sum var leikt í Japan og Suður Korea.
Sigast kann at árini millum ár 2000 og 2005, ikki vóru serliga væleydnaði fyri Louis Van Gaal. Hann royndi seg aftur sum venjari í FC Barcelona í kappingarárinum 2002/2003, men uttan eydnu.
Louis Van Gaal prógvaði seg aftur sum ein venjara í heimsflokki, tá hann í 2009 megnaði at vinna hollendska meistaraheitið við felagnum AZ Alkmaar. Hetta var einans aðru ferð í søguni hjá felagnum, at AZ Alkmaar vann hollendska meistaraheitið.
Louis Van Gaal skifti á sumri 2009 til Týska stórfelagið Bayern Munchen. Í sínum fyrsta kappingarárið við Bayern Munchen, eydnaðist tað Bayern Munchen at vinna týska meistaraheitið, týsku steypakappingina, umframt at leika seg í finaluna í Champions League kappingini. Seinna árið hjá Louis Van Gaal í felagnum eydnaðist ikki sum vónað og millum annað kom Louis Van Gaal í ósemju við fleiri av stóru leikarunum í felagnum.
Louis Van Gaal er kendur fyri at vera ein harður venjari, ið fær liðini hjá sær at spæla góðan fótbólt. Mestsum allastaðni har Louis Van Gaal hevur verið venjari, hava liðini leikt undirhaldandi álopsfótbólt. Louis Van Gaal er eisini kendur fyri at vera ein disciplinerur venjari og verjuspælið er ofta í ordan, tá Louis Van Gaal stendur á odda fyri sínum liðum.
Sáttmálin millum Louis Van Gaal og Manchester United er galdandi fyri trý tey næstu kappingarárini.
Les eisini: Manchester United hevur sett nýggjan venjara
Les eisini: Van Gaal vil hava týskar leikarar til United