Hetta er púra óskiljandi fyri okkum

- Nú skal rætturin, vit hava havt í yvir 80 ár, seljast til hægstbjóðandi

 Tað er heilt óskiljandi fyri okkum, at rætturin, sum Kjølbro í Klaksvík, vanliga nevnt hevur havt at fiska í Barentshavinum í yvir 80 ár, nú skulu seljast á uppboði.

 

Tað staðfestur Hanus hansen, stjóri í Kjølbro, ella JFK, sum tað eitur.

 

Hann vísir á, at JFK hevur havt rættindi at fiska í Barentshavinum síðani 1934.

 

Hann sipar til ætlanina hjá samgonguni at selja ein part av kvotuni á uppboði við tí endamáli at útvega landskassanum pening og fyri at geva øðrum, møguleikan at sleppa framat fiskirættindunum.

 

Hanus Hansen sigur, at tey hava einki ímóti at rinda avgjald fyri tann framíhjárættin, sum tað er at sleppa at gagnnýta landsins tilfeingi.

 

Men fyrimunurin við einum avgjaldi framum uppboðssølu, er, at vinnan kennir fortreytirnar, hon arbeiðir undir.

 

- Sjálvandi eigur eitt avgjald at verða sett eftir marknaðartreytum, soleiðis at skipini kunnu tillaga seg broyttum umstøðum, sigur Hanus Hansen

 

- Ein uppboðssøla av botnfiski í Barentshavinum kemur at geva høgar prísir í fyrstuni. Núverandi verksmiðjuskip fara sjálvandi gera alt fyri varðveita kvoturnar, meðan onnur vilja gera alt fyri at sleppa uppí part. Sannlíkt er tí, at prísurin fyri kilo verður væl omanfyri tað, sum loysir seg at fiska eftir.

 

 

Trýst HER, og les meiri um sjónarmiðini hjá Hanusi Hansen

 

 

Reiðarin í Klaksvík staðfestir, at avleiðingin at at selja fiskirættindi á uppboðið,  verður, at vinnan heldur uppat at leggja dent á menning og nýskapan, men heldur fer í eina negativa gongd, har dentur fer at verða lagdur á bíligari og verri skip og  bíliga arbeiðsmegi, sigur Hanus Hansen.