- Hetta er ræðuligt

- Fólk eru skelkað, og tey vilja hava hevnd fyri hesi ræðuligu álop, sigur Magnus í Brekkunum, sum er búsitandi nærindis New York

 

Kring alt USA vóru fólk skelkað av umfatandi yvirgangsatsóknini týsdagin, og eisini føroyingar, sum eru búsitandi í USA, merktu avleiðingarnar av álopunum.

- Alt steðgaði upp, handlar, bankar og almennir stovnar lótu aftur, og fólk fóru heim frá arbeiðið, eftir at álopini vóru gjørd. Hetta var ein ræðulig hending, og fólk eru skelkað, sigur Magnus í Brekkunum.

Hann hevur síðani november mánað búð í lítla býnum, Brookhaven, sum liggur beint uttan fyri Philadelphia. Tað eru einir tveir tímar at koyra til New York, og Brookhaven liggur eisini nærindis staðnum í Pensylvania, har eitt flogfar datt niður.

Magnus arbeiðir sum elektrikari, men hann hevði frí frá arbeiði týsdagin

- Tá eg tendraði sjónvarpið í morgun, var tað óveruligt at síggja, hvat var hent. Tað er ikki tað sama at frætta slíkt, tá tú býrt í Føroyum, og nú tá tú býrt mitt í tí, sigur Magnus í Brekkunum, tá vit tosaðu við hann týskvøldið.


Fólk vilja hava hevnd

Grannar og fólk í býnum, har Magnus býr, eru sera illa við av álopunum.

- Fólk eru ill, og tey krevja hevnd fyri hesi álopini. Kenni eg forsetan rætt, so fara tey eisini fáa tað. Eg stúri bara fyri, at alt kann fara ov vitt, sigur Magnus í Brekkunum.

- Tað var ræðuligt at síggja, at nakað so ógvusligt kundi henda so nær hjá okkum. Tað er trupult at fata, at hetta er veruleiki. Fólk halda, at hetta er verri enn tiltikna álopið á Pearl Harbour.

Eftir at tíðindini frættust týsmorgunin um, at umfatandi yvirgangsálop høvdu verið fleiri staðni í USA, vistu fólk ikki, um álopini vóru liðugt, ella um meira var á veg.

- Vit kenna okkum framvegis ikki trygg í, at yvirgangurin er steðgaður. Tað sást eisini í dag, at eingin kendi seg tryggan. Tað varð sagt, at amerikanski forsetin skuldi fara aftur til Washington, men hann varð flogin til fleiri onnur støð í USA við Air Force One. Vandin fyri fleiri álopum var tikin í størsta álvara, sigur Magnus.


Aftur til arbeiðis

Mikumorgunin skuldi Magnus aftur til arbeiðis, og næsta uppgávan var í Conneticut, sum liggur norðan fyri New York.

- Ein starvsfelagið hjá mær skuldi til arbeiðis har í dag, men ferðin varð avlýst orsaka av álopunum. Í morgin fara vit báðir avstað, men vit verða helst noyddir at koyra ein fittan umveg, tí allir vegir í nánd av New York vórðu stongdir í dag, sigur Magnus í Brekkunum.

- Tað kennist sum alt steðgar upp, tá nakað so álvarsamt hendir. Men vit royna at koma víðari við gerandisdegnum, hóast hetta ræðuliga álop, sigur Magnus.