Hetta er sera álvarsligt fyri skúlabørnini

Vit skulu halda upp at við hesum tvætlinum, sum nógv eru í ferð við í skúlanum, heldur Jógvan á Lakjuni

Dreingir mugu sleppa at vera dreingir og gentur skulu fáa frið til at vera gentur. Tað førdi Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, fram, nú Løgtingið hevði aðalorðaskiftið fólkaskúlan.

 

Og hann heldur, at nettupp hetta er tað mest týdningarmikla av øllum, nú samgongan arbeiðir við at endurskoða fólkaskúlan.

 

Jógvan á Lakjuni sigur í hesum sambandi, at tað hevur stóran týdning, at dreingir verða uppaldir til at verða dreingir og at gentur verða uppaldir til at verða gentur.

 

Hann sigur samstundis, at vit mugu sleppa burtur hesum tvætlinum, sum hann málber seg, at øll skulu vera líka leiklutirnir hjá kvinnum og monnum verða brotnir niður. Hann heldur, at tað er eitt álvarsmál, at munurin ímillum gentur og dreingir verður viskaður burtur í skúlanum, og hann heldur somuleiðis, at dreingir fáa alt ov fáar avbjóðingar í skúlanum.

 

Hann heldur nevniliga, at javnstøðupolitikkurin hjá samgonguni gongur beint ímóti hesum, tí har stendur, at vit skulu hava undirvísingartilfar, sum setir spurnartekin við siðbundnu fatanina av leiklutinum hjá kvinnum og monnum, og gentum og dreingjum.

 

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, er ikki samd. Hon sigur, at vissuliga skulu øll ikki vera líka, men øll skulu hava somu møguleikar. Javnstøða snýr seg um, at dreingir og gentur fáa somu møguleikar, leggur hon afturat.

 

– Tí er arbeiðið fyri javnstøðu eitt tað týdningarmiklasta av øllum, og høvdu vit ikki havt lagt dent á tað, hevði trotið á kvinnum í Føroyum bara hildið á at veksa – og hvar høvdu vit so enda, spyr løgtingskvinnan.

 

Henrik Old heldur, at dreingir klára seg yvirhøvur væl í skúlanum – bara teir sleppa at sita við vindeygað, tí so fáa teir eisini hugt út ígjøgnum vindeygað at vita, hvat fyriferst uttanfyri, heldur enn at verða noyddir at stara upp á eina talvu allan dagin.

 

Hinvegin heldur hann, at tað verður gjørt alt ov nógv burtur úr at blanda øll møgulig upp í skúlan. Serliga hugsar hann um allar foreldrafundirnar, sum eru. Tað er ikki meir enn at lærarin torir at biðja børnini blaða um í eini bók, uttan at kalla saman til foreldrafund, helt hann speiskliga fyri.