Tað er syndarligt, at vit ikki hava fingið semju um, hvat grótið úr Sandoyartunlinum, skal brúkast til.
Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Nú eru tey farin undir arbeiðið at bora Sandoyartunnilin. Tey hava sett á í Sandoy, har tey hava borað einar 100 metrar, men beint eftir ólavsøku verður eisini sett á at bora á Gomlurætt.
Og tað er grótið, sum kemur úr tunnilsmunnanum á Gomlurætt, sum eingin avtala er um og í farnu viku staðfesti stjórin í Tunlafelagnum, at sostatt verður hildið fast um tað upprunaligu ætlanina og tað er at tyrva tað í haganum oman fyri Velbastað.
Talan um um heili 500.000 kubikk og verður øll rúgvan løgd á Tórsvøll, hevði hon verið 70 metrar høg.
Talan verið um at brúka grót til at breiðka vegin til Kirkjubøar og til at gera brimgarð í Kirkjubø fyri at verja fornminnini har fyri at verða skolað í havið í eini ódn.
Men eingin avtala er um tað - og tað er eisini bara ein viðfáningur av grótinum, sum skal brúkast til tað.
Talan hevur eisini verið um at fylla út fram við mølini í Kirkjubø, so at lendið, sum er máað burtur av ígjøgnum tíðina, verður vunnið aftur. Men tað vilja friðingarmyndugleikarnir ikki góðtaka, so tann ætlanin er slept.
Annars hava Tórshavnar Býráð roynt at fáa avtalu við Tunlafelagið um at brúka ein stóran part av grótinum til at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, men tær samráðingarnar slitnaðu, tí semja fekst ikki um prísin fyri arbeiðið.
Og sum útlitini eru nú, verður grótið sostatt tyrvt í haganum.
Les eisini: Nú verður ringasta loysnin tikin í brúk
Heðin Mortensen hevur áður sagt, at tað er vandalisma so tað munar at tyrva grótið, og tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at tað hendur.
Hann sigur, at skulu 500.000 kubikk av grótið keypast, kosta tað einar 70 milliónir, so talan er um stórt virði, og tað skal ikki gravast niður.
Og hann sigur, at hetta stendur hann framvegis við, tí hann sigur, at vit skulu hava eina loysn á hasum málinum, sigur hann.
Hann sigur, at tískil hevur hann nú tikið stig til at kalla Tórshavnar Býráð og Tunlafelagið saman til fundar beint eftir ólavsøku við tí í hyggju at finna eina loysn.
– Besta loysnin, eg kann vísa á, er at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt, sum kann verða ómetaliga hent at hava, bæði hjá Tórshavnar Kommunu, og alla vestaru síðu á Streymoy, tí annars er bara Vestmanna á vestan fyri.
Hann sigur, at Kommunan er sinnað at rinda ein part av kostnaðinum fyri at gera ídnaðarøki á Gomlurætt, um so er, at tunlafelagið eisini átekur sær ein part av kostnaðinum.
Sum skilst eru tað einar fimm milliónir, sum skilja partarnar, tí býráðið vil hava tunlafelagið at planera øki, men tað vil felagið ikki.
Les eisini: Tað er ikki býráðið í Havn sum eigur apuna
– Her loypir ketan hjá mær av tí tað skilji eg als ikki at alt skal verða av ongum fyri eina so lítla upphædd, og tí mugu vit øll seta okkum saman at finna eina loysn.
Verður grótið tyrvt, er tað stór skomm, bæði fyri Landsstýrið, fyri Býráðið og fyri Tunlafelagið, sigur landsstýrismaðurin.
Í hesum sambandi mælir hann til, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur Gomlurætt, tí so eigur hon eisini ídnaðarøkið.
– Tað er eingin orsøk hjá Landinum at eiga havnarlagið á Gomlurætt longur, tá ið tunnilin er komin, so eg haldi, at Tórshavnar Kommuna eigur at yvirtaka hana, leggur hann afturat.