Hetta er tað ringasta Heini hevur upplivað

Hann er ómetaliga vónbrotin av viðferðini, hann hevur fingið frá sínum floksfeløgum í Tjóðveldinum og ein møguleiki er, at hann nú fer í tættari samstarv við andstøðuna

- Hetta er tað ringasta, eg havi verið úti fyri í politikki.

Heini O. Heinesen er ómetaliga vónsvikin av teirri viðferð, hann hevur fingið av sínum floksfeløgum í Tjóðveldinum.

Nú nevndirnar í Løgtinginum skulu veljast av nýggjum, hevur Tjóðveldið gjørt av at tveita Heina O. Heinesen bæði úr fíggjarnevndini og úr vinnunevndini.

Afturfyri hava tey bjóðað honum ein sess í landsstýrismálanevndini.

- Hetta var so tað síðsta, eg hevði roknað við og hetta er óhoyrt, leggur hann afturat.

Tað er eisini ætlanin, at Páll á Reynatúgvu skal missa sessin í fíggjarnevndini, men hann hevur onga viðmerking beint nú.

Afturfyri skal Heidi Petersen veljast í fíggjarnevndina og hon verður somuleiðis forkvinna í nevndini. Nú Sjálvstýrisflokkurin er komin upp í samstarvið í samgonguni, er semja at allar nevndirnar skulu veljast av nýggjum, har eisini Sjálvstýrisflokkurin skal hava onkrar nevndarsessir.

Ein partur í hesi kabalini er, at Tjóðveldið skal hava formannin í fíggjarnevndin og tað verður so Heidi Petersen.


Hevnd

Heini Heinesen sigur, at hann kennir seg mestsum avrættaðan í Tjóðveldinum, hóast hann bæði er tann elsti tingmaðurin og tann, sum saman við Hergeir Nielsen, hevur sitið longst á tingi fyri flokkin av tingmanningini nú.

- Hetta er onki uttan hevnd fyri, at eg ikki tók undir við at lækka fiskidagarnar 20%, sigur hann.

Tað skilst, at ein orsøk til at tveita Heina O. Heinesen og Páll á Reynatúgvu úr fíggjarnevndini, er eisini, at teir gjørdu ymsar raðfestingar í nevndini í sambandi við fíggjarlógina fyri í ár. Eitt nú misti Samvit 300.000 krónur, sum Íverksetarahúsið í Klaksvík fekk og Strandferðslan fekk pening til tvey skip um Skopunarfjørð eitt skifti í summar.

Heini O Heinesen sigur, at hann hevur ongan áhuga í einum sessi í landsstýrismálanevndini, tí tað er ikki ein nevnd, sum hevur nakað við løgtingsarbeiðið at gera, sum so.

- Tað er ein nevnd, hvørs einasta uppgáva er at hava eftirlit við landsstýrinum og tað einasta, flokkurin bjóðar mær, er sostatt at hava eftirlit við mínum egna landsstýri.

Heini O. Heinesen tekur hetta tilboðið frá sínum floksfeløgum sum tað, at Tjóðveldið vil forða honum í at arbeiða í Løgtinginum.

- Í veruleikanum føli eg meg hálvgun tveittan úr tingbólkinum hjá Tjóðveldinum, staðfestir hann.

Í minsta lagi følir hann seg bæði fyrstan úti úr flokkinum og úr samgonguni.


Tvinnar kostir

Heini O. Heinesen sigur, at hann nú fer at umhugsa støðuna og finna útav, hvat hann kann gera.

Hann sigur, at hann ætlar hvørki at melda seg úr Tjóðveldinum ella úr Løgtinginum, men, hvussu tilknýtið verður til samgonguna, er ein opin spurningur.

- Eg havi tvinnar møguleikar. Annar er at góðtaka støðuna og sostatt skerja mínar møguleikar at arbeiða í Løgtinginum heilt munandi.

- Hin møguleikin er at fara í valbólk við andstøðuni, nú nevndirnar skulu veljast av nýggjum. Tað fer at styrkja andstøðuna og geva henni fleiri nevndarsessir og kanska fleiri formanssessir, enn hon annars hevði fingið.

- Men tað fer eisini at tryggja mær onkran nevndarsess, sum eg ikki kann fáa frá mínum egna flokki, sigur Heini O. Heinesen.

Hann sigur, at við ongum nevndarsessi, eru møguleikarnir at arbeiða politiskt, eisini munandi skerdir og tí fer hann at hugsa seg gjølliga um, leggur hann afturat.

Hann sigur, at bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava boðið honum við í valbólk, men hann fer ikki at svara, fyrrenn hann hevur hugsað seg væl um.

Men verður hann útihýstur frá ávirkan á politikkin í samgonguni, soleiðis sum ætlanin nú eftir øllum at døma, er, følir hann seg heldur ikki serliga bundnan av at stuðla samgonguni.

- Eg havi ongan áhuga í at verða viðfarin í Tjóðveldinum og samgonguni sum ein deyður lutur, ið bara skal tæna sum atkvøðuneyt hjá samgonguni, leggur hann afturat.


Skilir onki

Heini O. Heinesen skilir ikki, hví hann hevur uppiborið slíka viðferð frá sínum egnu floksfeløgum.

Tað var tað bera tvætl at gera málið um at áseta fiskidagar til eitt samgongumál, tí tað metti eg ongantíð

- Var tað eitt samgongumál, hevði samgongan ikki lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum øll vistu, ongan møguleika hevði fyri at verða samtykt, samstundis sum at tíðin at viðgera málið var ógvuliga knøpp. Tí skuldi samgongan bara skrumblað tað ígjøgnum, uttan at lurta eftir baklandinum, sigur Heini O. Heinesen.

- Tað, sum nú hendir er bara at finna ein syndabukk fyri tað, sum hendi og fyri at skøva útyvir, at Tjóðveldið annars setti samgonguna í vága í sambandi við fiskidagarnar, men kortini bakkaði, tá ið á stóð, sigur Heini O. Heinesen. 

Les eisini greinina: Ger samgonguna veikari.