Hetta er tann lættasta og bíligasta loysnin

Skal grótið úr Sandoyartunlinum brúkast til at gera vánaliga landbúnaðarjørð til góða landbúnaðarjørð?

Tá ið farið verur undir at bora Sandoyartunnilin, er tað bíligast og lættast at leggja grótið í hagan í Kirkjubø, og at tyrva tað har. Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Borgarafundur hevur verið á Velbastað, har fólk fingu høvi til at skifta orð um, hvat alt grótið, sum kemur upp á land á Gomlurætt, tá ið tey fara at bora Sandoyartunnilin, skal brúkast til.

 

Og tað er ikki hissini nøgdir, talan er um, tí talan er um 500.000 kubikk av grótið, og verður øll rúgvan løgd á Tórsvøll, hevði hon verið 70 metrar høg.

 

Felagið, sum ger tunlarnar hevur biðið Tórshavnar Kommunu um loyvi til at leggja grótið í hagan. Talan er um tvey stykki beint við, har vegurin fer oman til Velbastaðar beint innan fyri Gomlurætt, og landsvegurin heldur fram til Havnar.

 

Har er ætlanin at grava oman av á tveimum stykkjum, einum stykki beint vestan fyri landsvegin og einum stykki beint oman fyri landsvegin. Síðani verður grótið javnað út á økini, sum eru grivin oman av og tá ið tað er liðugt, verður moldin tyrvt út yvir aftur. Tað hevði givið eina velduga fløti av slættari jørð, sum kann brúkast til landbúnað.

 

Teitur Samuelsen gjørdi vart við, at fyri tunnilsfelagið er hetta tann besta og bíligasta loysnin. Men hann legði dent á, at eru aðrar og betri ætlanir við grótinum, taka tey fult undir við tí, tí grótið er eitt tilfeingi, sum stórt virði er í.

 

Men hann leggur afturat, at tunlafelagið hevur bara heimild at gera tunnilin og at sleppa av við grótið upp á bíligasta máta. So skal ein onnur loysn finnast, skal ein avtala gerast við kommununa um, hvussu nógv, hvør partur skal rinda.

 

Men Teitur Samuelsen leggur eisini dent á, at tíðin er farin at renna undan, tí tað tekur langa tíð at fáa øll tey neyðugu loyvini til vega, so tað er neyðugt at taka eina avgerð rættiliga skjótt. Hann leggur afturat, at tað slepst ikki undan, at tá í boringin byrjar MÁ ein loysn vera klár við grótinum, tí tað kostar eina heila millión um dagin at hava arbeiðsplássið gangandi, so talan kann undir ongum umstøðum vera um, at stígur kemur í av orsøkum sum hesum.

 

Rólvur Djurhuus, ráðgevari á Búnaðarstovuni sigur, at sæð ígjøgnum hansara brillur er hetta tað besta hugskotið, tí við hesum verður eitt stórt økið av vánaligari landbúnaðarjørð gjørt til góða landbúnaðarjørð.

 

Annika Olsen staðfestur, at í roynd og veru kann Kommunan eisini nokta fyri at taka ímóti grótinum. Men hon heldur ikki, at tað hevði verið serliga klókt, tí grót er eitt virðismikið tilfeingi, sum kann brúkast til nógv gagnligt.

 

Her er eitt annað hugskot um, hvat grótið kann brúkast til: LES: Soleiðis verða allir partar vinnarar