- Hetta gekk perfekt. Nú havi eg verið við í nógv ár, eg eri grindaformaður, og hetta er eitt tað frægasta drápið, ið eg havi verið við til. Hetta gekk óalmindiliga væl. Eini 150 hval eru dripnir.
Tað sigur Gutti Guttesen, ið er grindaformaður í Bø. Hann var í næsta bátinum, ið kom til grindina.
Gutti greiðir frá, at hann stúrdi fyri, at tað ikki fór ganga so væl, tí tað var fjøra, men tað vísti seg ikki at bila.
- Eg stúrdi fyri hesum, tí tað var fari at fjara, men vit valdu ikki at bíða. Tað gekk eisini betri, enn eg hevði væntað.
Hann hevur eisini rósandi orð at bera løgregluni.
- Teir gjørdu sítt arbeiði til eitt UG. Teir fluttu fólkini so hvørt sum vit nærkaðust.