Hetta hendi: Størstu søgurnar í dag

Fekst tú ikki alt við? Les her!

iTunes av órøttum tikið útvið 6000 krónur

Fríggjadagin legði Maria Mørkøre í Klaksvík merki til, at iTunes hevur drigið 569 krónur av konto hjá henni hvørja viku í á leið 10 vikur. Hetta er tilsamans næstan 6000 krónur, sum eru farnar av konto hjá Mariu, og hon veit ikki, hvat peningurin er farin til.

 

 

Hesin verður nú stjóri í Námi

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Eyðun Gaard í starvið sum stjóri í Námi frá 1. november 2017 at rokna. 

 

 

Stungin av vespu: –Trúði eg fór at doyggja

- Eg føldi tað fór at prika í hondunum og stutt eftir hugdi eg í spegli og sá, at eg var flekkut um allan kroppin. Eg lat hurðina upp, ringdi til eina eg kenni og síðani eftir sjúkrabili

 

 

#film: Hetta var ein vánalig joke

Karstin Hansen hevur seinastu dagarnar verið mest umtalaði fótbóltsspælarin í føroyskum fótbólti. U21 landsliðsmálverjin, sum eisini verjir málið hjá NSÍ, var íblandaður, tá Andreas Lava Olsen fekk beinleiðis reytt kort í næstseinasta umfari í landskappingini í fótbólti, men gjørdi síðani ein feil á sosialu miðlunum.

 

 

#metoo: Sexsjikana var partur av gerandisdegnum

- Gott at tíðin er búgvin til, at ljós verður varpað á sex-sjikanu eftir miklu skandaluna í Hollywood. Í netverki mínum hava vit tosað eitt sindur um hetta. Tykist, sum fleiri okkara í stóran mun hava upplivað hesa sjikanu, tá vit starvaðust innan tænastuøkið og vóru undir 25 ár og serliga frá monnum, sum í minsta lagi vóru dupult so gamlir sum vit, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.

 

 

Útlendskur áhugi fyri Odmari Færø

Tað er áhugi úr útlandinum fyri Odmari Færø, sum er miðverjin og liðskipari hjá B36. Sum skilst er talan um feløg úr millum annað bestu deildini í Danmark og Noreg. 

 

 

Bagge sleptur í HB

Tað er nú greitt, at Sigfríður S. Clementsen ikki heldur fram í HB. Ein av favorittunum at yvirtaka venjarasessin er núverandi venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze. Men nú ljóðar, at tann ikki er ein partur av ætlanini.

 

 

Bonderøven: Fingið troyggju og nú muss frá havnarkonu

Halla Debes úr Havn vitjaði í Góðan Morgun Føroyar í morgun. Hon greiddi har frá, at hon helt Bonderøven vera so fittan, at hon gav honum ein muss á hvønn kjálka. 

 

 

Eyðun Klakstein nærkast venjarastarvi

Í løtuni eru tað bara trý av teimum tíggju feløgunum í bestu deildini, sum hava sett venjara til komandi kappingarár. Nú røkist fyri, at talan verður um eitt fjórða felag, ið hevur funnið sær venjaran til komandi kapparár. Talan er um Skála, sum skal eitast at næstan hava gjørt sáttmála við Eyðun Klakstein, sum seinast var venjari hjá B36.

 

 

Video: Tey ungu virða ikki løgregluna

Í vikuskiftinum upplivdi løgreglan, at ungdómur uppførdi seg sera ófólkaligt, tosaði óvanliga ófantaligt og hevði lítla virðing fyri løgregluni. Hoyr politikommisser greiða frá.