Hetta hevði eg neyvan gjørt aftur

Poul Michelsen angrar, at hann góðtók nýggju fiskivinnuskipanina, sum nú er sett í verk - men orsøkin er kanska ikki tann, tey flestu halda

Poul Michelsen, landssstýrismaður í vinnumálum, og formaður í Framsókn, sum er í samgongu, heldur ikki, at nýggja fiskivinnuskipanin er, sum hann hevði ætlað. 

Og nú Løgtingið viðgjørdi langtíðarætlanina fyri hesi næstu árini, gjørdi hann greitt, at hann ivast í um hann hevðu góðtikið hetta í dag.

Harðastu atfinningarnar ímóti nýggju fiskivinnuskipanini er, at ein partur av fiskirættindum verða seld á uppboði. Men tað er ikki orsøkin til ónøgdina hjá formanninum í Framsókn.

Tað, hann er mest harmur um, er tvørtur ímóti, at samgongan varð so stórsinnað at hon gav somu reiðarum, sum frammanundan høvdu øll okkara fiskirættindi, heili 80 prosent av teimum aftur.

– Eg ivist í um eg hevði gjørt tað í dag, veruleikin er, at tað hevur skeiklað kappingina í vinnuni, sigur hann.

Hann heldur, at tað hevði verið nógv betri, at ein størri partur fiskirættindunum varð seldur á uppboði, og at gamla fiskivinnuskipanin varð broytt heilt.

Og hann sigur, at nú tað verður løgtingsval aftur, verður tað eitt mál hjá Framsókn, at fleiri fiskirættindi skuluseljast á uppboði, soleiðis at fleiri sleppa fram at í fiskivinnuni. Hann sigur, at endamálið er at fáa ein frælslyntan politikk í fiskivinnuna, soleiðis at hon verður kappingarfør.

– Í dag hava vit býtt 80 prosent av fiskirættindunum út aftur til teir somu reiðararnar, sum høvdu øll rættindini frammanundan, staðfesti Poul Michelsen.

Og hann heldur, tað er okkurt galið, um so er, at ein ein reiðari, sum fer 80 prosent av tí hann hevði frammanundan, umframt at kvoturnar eru nógv hækkaðar, ikki klárar at endurnýggja flotan.

Og formaðurin í Framsókn heldur, at tað stóra takið eftir løgtingsvalið, verður at halda fast um gongdina. 

Hann hevur nevnliga varhugan av, at tað eru politiskir flokkar, sum ætla at bakka aftur, og at geva teimum somu øll rættindini aftur, sum annars høvdu øll rættindini frammanundan. Hann hevur eisini varhugan av, at ætlanin er at avtaka uppboðssøluna, og tilfeingisgjøldini. Men hann heldur ikki, at samanhangur er í, tí samstundis vilja somu flokkar eisini hækka játtanina til alskyns endamál, men tað verður einki sagt um, hvaðani pengarnir skulu koma, hóast ætlanin er a minka inntøkurnar munandi við at strika inntøkurnar fyri uppboðssølu og tilfeingisgjøld.

Poul Michelsen sigur, at hann ræðist fyri, hvussu samgongan verður skipað eftir valið, og tað hevur hann kansa góða grund til, tí politikarar úr øllum andstøðuflokkunum hava boðað frá, at núverandi samgonga skal fyrireika seg upp á, at fiskivinnunýskipanin verður sett úr gildi aftur, í øllum førum alt, sum hevur við uppboðssøluna at gera.