Hetta hevur øgiliga stóran týdning

Hetta er eitt gott tekin, sigur Jón Hammer, hevur verið við at framleiða størstu føroysku sjónvarps-sendirøðina, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum

Ein av kendastu sjónleikarum í Danmark, Ulrich Thomsen, hevur høvuðsleiklutin, sum Hannis Martinsson. Føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen, hevur eisini ein høvuðsleiklut

##med2##

 

Tað er nú greitt, at eisini sjónvarpshyggjar í Bretlandi sleppa at fylgja við í føroysku sendirøðini um Hannis Martinsson. Stóra bretska sjónvarpsstøðin, BBC, hevur nevniliga keypt sær rættindi til at vísa føroysku sendirøðina, Trom.

 

Jón Hammer, sum hevur verið við í arbeiðnum at framleiða sendirøðina, sigur at hetta hevur stóran týdning fyri tey. Og hann sigur, at tað er eitt gott tekin, at BBC hevur keypt sendirøðina – longu áðrenn tey hava sæð tað endaliga úrslitið.

 

Hann vónar, at hetta fer at gera, at onnur eisini fara at fáa eyguni upp fyri Trom. Hann vónar, at tað verður so mikið stórur áhugi fyri Trom, at tey vinna nakað inn aftur, so at tey eisini kunnu fara undir aðrar verkætlanir, ell kanska eitt umfar afturar av Trom

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jón Thomsen

 

Ein av kendastu sjónleikarum í Danmark, Ulrich Thomsen, hevur høvuðsleiklutin, sum Hannis Martinsson. Føroyski sjónleikarin, Olaf Johannesen, hevur eisini ein høvuðsleiklut