Hann vísti á, at tað gekk honum rættiliga væl í skúlanum.
– Men mamma doyði, tá eg var 12 ár, so tímdi eg ikki at ganga í skúla meira. Um somu tíð kom Beatles fram í Onglandi, so eg flýggjaði inn í tónleikin, lærdi meg at spæla gittar sum 14 ára gamal. Eg sat og stríddist við tað heima við hús, segði hann.
Tá vóru ikki so góðar umstøður at fáa undirvísing, sum tað er í dag. Og fyrstu Beatlesbókina, 50 Lennon/McCartney løg keypti hann frá Simma.
– Eg var ofta inni á gólvinum hjá Simma, keypti streingir og sovorðið. Síðani hevur lívið bara tikið meg við sær, tað hevur ikki so nógvur planur í – havi bara verið har, segði Hanus.
– Tað er fantastistk at standa her. Eg vil veita eina hajrtans tøkk til tey, sum hava verið á mini ferð og takka fyri tann kærleika, eg havi fingið, segði ein sera rødur Hanus G. Johansen.