Hetta hevur verið ein stak friðarlig ólavsøka. Tað sigur løgreglan, nú ólavsøkan er hæsað av, hóast seinastu restirnar enn ganga og mala í góðveðrinum í býnum.
Løgreglan sigur, at telefonin hevur ringt ofta og títt í nátt, men at talan yvirhøvur bara hevur verið at boðað frá um fólk, sum vóru so drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi. Tað var sama søgan ólavsøkuaftan og um náttina.
– Men samarittarnir vóru vælmannaðir í býnum, og í nátt hava vit gjørt tað, at vit hava boðað teimum frá, so hava teir fingið fólkini á føtur aftur, sigur løgreglan.
Veðrið var gott í gjárkvøldið og í nátt og tað var nógv fólk í býnum, og løgreglan sigur, at aftur í nátt gjørdu samarittarnir eitt megnar arbeiðið. Teir eru ein ótrúliga góður stuðul hjá løgregluni, tí teir hava tikið eina stóra arbeiðsbyrðu av herðunum á løgregluni, eitt nú við øllum teimum full fólkunum, sum mugu fáa hjálp.
Men í einum føri fóru nakrir ungir mans til hendurs í nátt og í øllum rokinum fekk tann eini nakað av skaða. Løgreglan sigur, at tey fara at kann málið nágreiniligari í dag fyri at vita um nakar skal skuldsetast fyri harðskap í hesum sambandi.
Í einum øðrum føri komu nøkur ungfólk eisini til ilnar, men tann ósemjan varð loyst, áðrenn bardagi stóðst av tí. Beint eftir midnátt varð ein maður tikin á prutli í Havn, og hann er nú skuldsettur fyri at koyravið kenning
Og so vóru eisini boð eftir løgregluni tí at nøkur vóru í ferð við at klintra upp í eina flaggstong í miðbýnum í Havn, men tey góvust, áðrenn tey komu nakran veg.