- Hetta er ein dagur, eg leingi havi bíðað eftir.
Tað sigur Helen Højgaard Jacobsen á Toftum, tá vit spyrja hana, um hon hevur roynt Eysturoyartunnilin.
Og tað hevur hon sjálvsagt gjørt - longu leygardagin, tá tunnilin alment læt upp.
Men, hvat heldur hon so um hesa útbygging av vegakervinum?
- Eysturoyartunnilin er ein einastandandi verkætlan. Tá eg hoyrdi um hesa tunnilsætlan av fyrstan tíð, helt eg, at hetta var ørskapur.
Helen Højgaard Jacobsen sigur, at sum frá leið, helt hon verkætlanina vera spennandi og eisini alneyðuga fyri bæði pendlarar og vinnulív.
- Vit eru mong, sum koma at spara tíð, og tíð er eisini peningur, leggur hon aftrat.
Fert tú at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, eg fari heilt vist at brúka tunnilin sum farleið. Eingin ivi um tað, og eg vóni eisini, at tað nokso skjótt eisini verður bíligari at koyra ígjøgnum tunnilin, sigur Helen Højgaard Jacobsen.
##med2##