Hetta siga tey bæði sum hava fingið virðisløn frá Norðurlandaráðnum

Vónbjørt Vang hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, og filmurin Seinasta Paradís á Jørð Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins

Vónbjørt Vang hevur vunnið bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Svørt Orkidé og filmurin Seinasta Paradís á Jørð v/ Sakarisi Stórá (leikstjórn og handrit), Mads Stegger og Tommy Oksen (handrit) umframt Jón Hammer (framleiðsla) hevur vunnið filmsviðursløn Norðurlandaráðsins.

 

Kinna Poulsen, ið hevur listaportal.com, hevur spurt Vónbjørt og Sakaris um eina viðmerking.

 

Sakaris Stórá: “Tað kennist púra óveruligt”

 

Eg havi slett ikki fatað tað enn. Eg eri sjálvandi ótrúliga glaður og eisini heilt ómetaliga takksamur. Nógv fólk hava lagt nógva orku í filmin og uttan tey, hevði filmurin ikki veri tað hann er. Heiðurin er ein viðurkenning av teirra evnum og teirra arbeiði. Alt filmsliðið og ikki minst leikararnir. Men eg eri eisini takksamur fyri, at dómsnevndirnar valdu ein film sum sigur akkurát hesa søguna. Tí eg haldi hana vera týdningarmikla”.

 

Hetta segði Sakaris millum annað í morgin við Listaportalin.

 

Vónbjørt Vang: 

 

“Fyri at vera púra erlig so havi eg grátið nógv seinastu tíðina, síðani eg fekk tað at vita. Hetta hevur bara verið ov nógv fyri mítt system at rúma, og so havi eg grátið meir saman við mínum nærmastu, sum so við og við hava fingið tað at vita. Hetta er jú kempistórt og eingin, og so slett ikki eg, høvdu ímyndað okkum, at hetta fór at henda. Vit hava jú vant okkum við, at føroysk verk ikki vinna hesa stóru og heiðurligu virðisløn, eingin hevur vunnið í 39 ár og bara tvær ferðir frammanundan hevur nakar føroyingur vunnið, hóast at fleiri verk, sum seinastu árini hava verið tilnevnd eru fult á hædd við tey verk, sum okkara norðurlendsku kollegar hava skrivað, so hinvegin er tað kanska heldur ikki løgið at mín bók nú vinnur. Eg føli meg á eygnahædd sum rithøvundur í einum norðurlendskum høpi. Hóast vit skriva á einum evarska lítlum máli, so skriva vit sterkar og týdningarmiklar bøkur. Tað eri so ómetaliga glað fyri, at ein norðurlendsk nevnd nú hevur fingið eyga á. Eg eri eisini serstakliga glað fyri vinnaramotiveringina, sum juryin kom við. Eg havi ongantíð fyrr følt meg so sædda sum rithøvund, so nú tá eg havi havt tíð og rúmd at latið hetta sodna, so er bara gleði og takksemi eftir. Eg vóni at hendan virðisløn eisini kann vera við til at seta fokus á aðrar bókmentir úr Føroyum, og at vit í størri mun verða inkluderað í norðurlendska bókmentaalmennið.”

 

 

 

Meira um hetta er at lesa á Listaportal.com:  DUPULT FØROYSK LISTASENSATIÓN — Listaportal