John Haraldsen valdi sjógvin fram um klædningin

Sum blaðungur umborð á Magnusi Heinasyni fekk hann eina stóra stálsplintu í eygað. Splintan sat sum ein húkur í eyganum í nakrar dagar

 

 

Hjúnini, Andrea Svabo Haraldsen og John F. Haraldsen, í Sandavági

- Eg ætli mær at sigla so leingi, sum beinini bera meg, sigur 72 ára gamli, John F. Haraldsen.

 

Hann hevur verið sjómaður í meira enn 57 ár og hevur upplivað mangt á sjónum.

 

Sum blaðungur umborð á Magnusi Heinasyni fekk hann eina stóra stálsplintu í eygað. Splintan sat sum ein húkur í eyganum í nakrar dagar.

 

- Hetta var ræðuligt, og eg bløddi sum ein tarvur, tá eg fekk splintuna av veirinum í eygað. Blóðið rann niður eftir kjálkanum, sigur hann.

 

John F. Haraldsen hevur eisini upplivað at fáa ein blóðpropp í hjartað, meðan teir vóru til fiskiskap á Munkagrunninum.

 

- Tá væntaði eg ikki at bera boð í bý, sigur hann 

 

Tað seinasta nýggja hjá sandavágsmanninum er, at hann hevur keypt sær ein 26 fót bát úr Svøríki.

- Eg havi altíð havt bát, og hetta er ein bátur, sum bæði kann brúkast til fiskiskap og frítíðarsigling. 

Hann sigur, at ætlanin er at hava tríggjar snellur í bátinum, sum hevur ein fastan motor á 230 HK – við aksli og ikki drevi.

- Jú, eg ætli mær at rógva út, tá eg eri heima, sigur John F. Haraldsen, sum vit hava skift orð við.

 

Lesið áhugaverda samrøðu við John F. Haraldsen, sum er í VikuskiftisSosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í blaðsølunum.

 

##med2##

 

 

 

Hjúnini, Andrea Svabo Haraldsen og John F. Haraldsen, í Sandavági

Hetta er báturin - ein Arvor - sum John F. Haraldsen hevur keypt úr Svøríki