##med2##
Hesar næstu dagarnar er Eydnu-cup í Føroyum, har lið úr Føroyum og úr Danmark hittast. Tað er Eydnudeild Føroyar, sum skipar fyri. Eydnudeild Føroya er ein partur av Lykkeliga í Danmark og tað er ein hondbóltsdeild fyri børn og ung við serligum tørvi.
Tey útlendsku ferðaløgini komu til Føroyar í dag og kappingarnar verða í morgin í skúlanum við Streymin og har Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, setir kappingina.
Trýst her og les meiri um skránna, og um Eydnudeildina sum heild
Endamálið er at hava nakrar fantastiskar dagar, sigur Morten Hust Petersen, sum er ein av fyrireikarunum. Hann sigur, at umframt kappingarnar, verður eisini skipað fyri ymsum tiltøkum fyri systkin og foreldur.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1 í dag