- Hetta styrkir um sjálvsálitið

- Tá ið eg tók skiparaprógv í 1977, hevði tað lítið upp á seg hjá mær, og eg fekk fult í fleiri lærugreinum. Nú eg fór aftur í skúla 28 ár seinni, var tað tyngri, enn eg væntaði. Tó endaði eg í ovara enda í flokkinum við 8,8 í miðal, sigur Leivur í Buð, skipsførari úr Hvannasundi, sum í dag er 57 ára gamalur

Prógv

At fara í skúla aftur eftir 28 ára arbeiðslív, er ikki bara sum at siga tað, men hesa uppgávu megnaði Leivur í Buð úr Hvannasundi eftir umstøðunum ógvuliga væl.
Sosialurin fekk um dagarnar eitt "hint" um, at hvannasundsmaðurin er elsti føroyingur, sum hevur tikið skipsføraraútbúgving, men um hetta er rætt, vita vit ikki.
Tað kann eisini vera líkamikið sum so, tí í sjálvum sær er tað áhugavert, at ein maður, sum hevur siglt øll síni bestu ár, fer á skúla og tekur eina so stórt prógv, sum skipsføraraprógvið er.
Leivur í Buð tók nevniliga skipsføraraprógvið á Marstal Navigationsskole til jólar í fjør við 8,8 í miðal.
- Eg hava leingi hugsað mær at tikið skipsføraraprógv, men hetta er ongantíð blivið til nakað. Hevði líkasum slept ætlaninum, tá ið skipanin í Danmark bleiv broytt soleiðis, at tey, sum frammanundan høvdu skiparaprógv, nú kundu taka skipsføraraútbúgvingina upp á eitt ár í staðin fyri hálvt annað ár. Tankin streyfaði aftur, og eg tók avgerðina.
Árið 2005 var soleiðis fyrsta árið, at møguleikin at taka skipsføraraútbúgving upp á eitt ár var galdandi í Danmark.
Leivur hevur familju, konu og børn í Hvannasundi, men tey vóru ikki við í Danmark, meðan lesturin fór fram.
Hann ásannar, at tað var ikki bara sum at siga tað at seta seg aftur á skúlabonk.
- Men hetta er ein góður og vælvirkandi skúli við góðum lærarakreftum.
Leivur gekk á skiparaskúla í Klaksvík og tók skiparaprógv á Føroya Sjómansskúla í Havn sum 26 ára gamal í 1977.
Hann hevur siglt øll síni bestu ár, og hann hevur eisini róð út. Árini síðan 1998 hevur Leivur siglt við oljuskipinum, Magn, fyrst sum dekkari og seinnu árini sum stýrimaður. Tað ger hann framvegis, nú hann er liðugur við útbúgvingina í Danmark.
- Eg kundi ikki hugsað mær at farið umborð á fiskiskip aftur, nú eg havi roynt hetta sjólívið. Hetta fellir mær nógv lættari og betri, og tað er nógv reinari, sigur hann.
Men hvussu var tað so at seta seg aftur á skúlabonk eftir so nógv ár?
Leivur vísir á, at hetta var ikki bara sum at siga tað.
- Tá ið eg gekk á skiparaskúla, roknaðu vit so at siga bara niður á pappír  og bara tað at læra at brúka eina nútímans roknimaskinu, tók sína tíð.
Hann sigur, at nýggju møguleikarnir við skipsføraraútbúgvingini í Danmark merkja, at tú kanst taka útbúgvingina yvir trý ár, soleiðis at tú tekur nakrar lærugreinar í senn, og soleiðis strekkir lesnaðin yvir trý ár.
- Summir velja at sigla okkurt skifti, meðan útbúgvingin fer fram, og tað kann koma væl hjá teimum, sum hava brúk fyri at tjena sær nakrar krónur - ella bara at brúka meira tíð upp á skúlan, meðan lisið verður.
Leivur tók alla útbúgvingina í einum og yvir tað eina árið, sum hann setti av til lesnaðin.
- Vit vóru einir 20 næmingar, sum byrjaðu í senn, men nú vit tóku prógvið til jólar, vóru vit bara 10 eftir. Fleiri góvust, men nakrir valdu at taka útbúgvingina yvir meira enn hetta eina árið.
Hann sigur, at í flokkinum vóru fleiri mans yvir 40 ára aldur, men hann var einasti næmingur, sum var farin um tey fimmti.
- Allir uttan eg vóru fastbúgvandi í Danmark, harav einir tveir næmingar vóru jugoslavar av uppruna. Tað vóru serliga tilkomnir næmingar, sum góvust  helst tí, at uppgávan kendist ov stór.
Hann sigur, at skipsføraraútbúgvingin í Marstal vendir sær nógv til danska handilsflotan, og hetta gekk í nógvum førum aftur í útbúgvingini.
- Hetta var tó eingin trupulleiki sum so.
Leivur sigur seg ikki kenna útbúgvingina í Føroyum til fulnar, men heldur, at okkara útbúgving í nógv størri mun vendir sær til fiskivinnuna, og tað kann bæði vera gott og minni gott fyri tann, sum fer á skúla.
Hann er tó sannførdur um, at tilboðið, sum donsku navigatiónsskúlarnir nú bjóða við eitt ára útbúgving til skipsførara, átti at verið roynt í Føroyum eisini.
- Hetta hevði ivaleyst gjørt, at fleiri, sum frammanundan hava eina skiparaútbúgving, høvdu tikið stigið til skipsførara.
Spurdur, hvat tað merkir fyri hann, at hann nú er vorðin skipsførari, sigur Leivur:
- Í fyrsta lagi havi eg funnið út av, at eg framvegis kann læra, hóast evnini kanska ikki eru líka góð, sum tey vóru, tá ið eg var yngri. Í øðrum lagi styrkir tað um sjálválitið, at eg megnaði tað, eg setti mær fyri.
Hann sigur, at hóast útbúgvingin var ein tungur burður, har neyðugt rættiliga var at hanga í "togunum" alla tíðina, so náddi hann undir land upp á stytstu tíð.
- Eg trúgvi, at eg yvirmetti míni evni, tá ið eg avgjørdi at fara í skúla, men tey rukku so kortini á mál. Nú føli eg meg eisini eitt sindur yngri aftur, sigur hann skemtandi.
Vit ynskja Leivuri í Buð tillukku við skipsføraraútbúgvingini.