Hetta tíma vit ikki at standa modell til

?Vit hava ferð eftir ferð lagt merki til, at okkara arbeiði er til onga nyttu, og vit tíma ikki at spilla tíðna uppá mál, har landsstýrismaðurin frammanundan lætst at vita betri, sigur Óli Jacobsen, formaður í fiskimannafelagnum um orsøkina til, at umboðini hjá vinnuni í Skipanaranevndini hava tikið seg úr nevndini

Fyri nøkrum fáum døgum síðani boðaðu tey fýra umboðini, sum vinnan hevur valt í Skipanarnevndina, at tey taka seg burturúr nevndini.

Orsøkin til tað, at tey halda, at tað er burtuspilt at brúka tíð og orku uppá eitt arbeiðið, sum als onki verður virt.

Í hesi frágreiðingini, sum eisini er prenta í tí nýggja FF blaðnum, sum kom á gøtuna í gjárkvøldið, greiðir Óli Jacobsen. formaður í Fiskimannafelagnum frá, hví tey fýra vinnuligi umboðini í skipanarnevndini, hann sjálvur, Jónsvein Knudsen, Auðunn Konraðsson og Árni M.Dam, hava sagt seg úr nevndini.

Óli Jacobsen sigur m.a. at vit mugu ikki gloyma, at Fiskidagaskipanin júst er ein skipan.

? Í tí árliga afturvendandi tjakinum um fiskidagarnar kann vera vert at minna um, at fiskidagaskipanin er ein »skipan«, sum hevur nakrar ásettar fortreytir.

Forsøgan er tann, at vit í 1994 fingu eina kvotaskipan, sum skjótt vísti seg at vera óbrúkilig. Tískil varð sett ein nevnd við umboð úr vinnuni, almennu umsitingini og Fiskirannsóknarstovuni, sum fekk til uppgávu at koma við uppskoti um eina reguleringsskipan, sum ikki gekk út frá metingum av fiskastovnunum, men sum gekk út frá tí fiski sum veruliga var til staðar í sjónum. Og tað var júst tað sum var eyðkennið við fiskidagaskipanini, og hetta fekk vinnunevndin hjá løgtinginum, har Jørgen Niclasen eisini var formaður, váttað frá Hjalta í Jákupsstovu, tá skipanin var til viðgerðar har.

Hetta merkir, at fiskidagaskipanin í sínum útgangsstøði gevur rætt veiðutrýst. Er meira at fáa enn roknað er við er tað tí, at stovnurin er betri fyri enn »normalt« og tað mótsatta er galdandi um tað øvugta hendir. Tískil er skipanin »sjálvregulerandi«.

Fyri at sleppa undan ivamálum um grundarlagið fyri skipanini vóru hesi nevndu prinsipp staðfest í frágreiðingini hjá nevndini fyrstu ferð í 1998, og er hent við góðkenning av umboð hjá landsstýrinum.

Tað sum tí er høvuðsuppgávan við eftirliti av skipanini er at kunna gera upp, um fortreytirnar fyri henni broytast. Fyrst og fremst at staðfesta um veiðutrýstið økist (ella minkar). Hendir hetta má dagatalið broytast tilsvarandi.

Hetta skuldi tískil verið ein skipan har vinnan kann vita, hvat hon hevur at halda seg til ár fram í tíðina, og at hon tískil kann sleppa undan teimum óvissum sum fyrst og fremst vóru við kvotaskipanini, men sum eisini kunnu vera við eini politiskari skipan, har landsstýrismenn skifta títt og har somu landsstýrismenn eisini kunnu skifta meining sum vindurin blæsir.


Fiskirannsóknarstovan viðurkennir ikki skipanina

Og her tað at Fiskirannsóknarstovan kemur inn í myndina. Hóast hon upprunaliga góðkendi skipanina hava seinni royndir víst, at hon ikki viðurkennir hana og tær broytingar í arbeiðinum sum henda skipan má hava við sær. Og hetta er orsøkin til, at hon ikki vil taka undir við niðurstøðuni hjá eini annars samdari nevnd, sum hóast alt hevur ein viðurkendan fiskifrøðing sum formann.

Hetta kemur eisini til sjóndar í umrødda spurningi um at hava eftirlit við broytingum í veiðuorkuni. Tað sum verður gjørt ger FRS bert á sín hátt sum tænir hennara »nýfrelstu« støðutakan til skipanina.

M.a. vísa teir til eina spurnaðarkanning til skiparar á fiskiskipum, har ein av spurningunum ljóðaði soleiðis: »Verður fiskiskapurin skipaður øðrvísi, síðan fiskidagarnir komu. Túrarnir lagdir øðrvísi til rættis, meira lína sett, meira hædd tikin fyri veðurlíkindum osfr.«. Til hetta hava 148 skiparar og formenn av 168 svarað játtandi.

Men hetta er ein kanning sum als ikki kann nýtast vegna tann hátt sum spurningarnir eru formuleraðir. Og annars vegna ta samanblanding av ymiskum spurningum sum her er talan um, har tað kann svarast ja til onkran og nei til onkran annan.

Sum t.d. spurningurin um túrarnir verða lagdir øðrvísi til rættis. Sjálvsagt verða teir tað, men tað var eisini tikin hædd fyri tí í skipanini, tá hon var evnað til. Tað er nevniliga tikin hædd fyri, at fyrsti og síðsti dagur á einum túri nú fór at verða nýttur til fulnar, meðan tað fyrr ongan týdning hevði um farið var avstað á kvøldi og tann dagurin taldi fult. Tað sum vildi havt áhuga fyri uppfylgingini hjá skipanarnevndini vildi verið ein staðfesting m.a. av um tað nú í einum 24 tímar verða settir fleiri húkar enn fyrr ella um trolini eru fleiri tímar á botni enn fyrr. Men slíkt tilfar hevur nevndin ikki fingið.

Annars hevði tað ikki verið av leið um FRS, tá hon nú tók tað annars skilagóða stig at gera eina spurnaðarkanning, ráðførdi seg við Skipanarnevndina um hvussu spurningarnir skuldu formulerast, tá stovnurin nú er umboðaður í nevndini. Men hetta er ikki hent.

Hetta er annars nóg mikið til spakuliga at máa grundarlagið undan eini annars ideellari skipan. At hon er tað, verður júst í hesum døgum váttað úr Íslandi, har »syndarar« í hópatali nú stíga fram og »bekenna« hvussu tann skipanin elvir til útblaking av fiski í nøgdum sum fáa øll at øtast.


Vinnuumboðini í skipanarnevndini

tíma ikki meira

Vinnan var í Skipanarnevndini umboðað av fýra limum umboðandi stórt sæð allar tættir í veiðuni undir Føroyum. Hetta eru menn við nógvum royndum og stórari vitan innan síni øki. Hvørt ár er eitt stórt arbeiði lagt í at fáa eina so sakliga undirbygda frágreiðing sum yvirhøvur gjørligt. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri umboð fiskimanna í nevndini. Fiskimannafelagið hevur til eina og hvørja tíð kunnað útvega nevndini tilfar um støðuna í flotanum, sum hevur kunnað gagnað arbeiðinum hjá nevndini. Hetta er væl at merkja tilfar, sum tað skuldi verið uppgávan hjá almennum myndugleikum at útvega, men sum teir á ongan hátt eru førir fyri.

Hóast hetta merkir nevndin ferð eftir ferð, at hennara arbeiði er til onga nyttu. Hvør minnist ikki tá John Petersen av Strøgnum í Keypmannahavn fyri tveimum árum síðani boðaði Jørgen Niclasen frá skerjingum komandi fiskiár langt undan viðgerðini í Skipanarnevndini. Og at hetta var tilætlaður politikkur fekst váttað í vikuni, tá Jørgen alment boðaði frá eini nýggjari skerjing, áðrenn nýggja frágreiðingin yvirhøvur var kannað og viðgjørd í landsstýrinum.

Hetta tíma umboðini hjá vinnuni ikki at standa modell til. Tey hava ongan áhuga fyri at spilla sína tíð uppá viðgerð av málum, har landsstýrismaðurin uppá forhond letst at vita betur. Tí hava hesi umboð samtykt at taka seg burtur úr nevndini og hava sovæl fiskimálastýrið sum formaðurin í Skipanarnevndini fingið fráboðan um hetta stig.


Jørgen nýtist ikki at undrast

Ùtvarpið fekk eina viðmerking frá Jørgen Niclasen til hesa støðu mikukvøldið og henda viðmerking kann bert styrkja vinnuumboðini í teirra avgerð. Men her skulu tó gerast nakrar viðmerkingar til sjónarmiðini hjá Jørgen.


Hevur havt ríkiligt av høvum

Tá JN heldur at tað er ov lítið tosað saman, so er tað ikki tí at vinnan ikki hevur gjørt vart við seg. Sovæl í okkara seinastu ársfrágreiðing sum í FF-blaðnum, seinast enntá í seinasta blað, gjørdu vit vart við teirri óvissu og ótrygd sum lá í fráboðanini hjá landsstýrismanninum um skert dagatal komandi fiskiár. Og lurta teir ikki eftir FF so hevur Reiðarafelagið í síni ársfrágreiðing gjørt vart við seg. Sovæl í okkara seinastu ársfrágreiðing sum í FF blaðnum, seinast enntá í seinasta blað, gjørdu vit vart við teirri óvissu og ótrygd sum lá í fráboðanini hjá landsstýrismanninum um skert dagatal komandi fiskiár. Og lurta teir ikki eftir FF so hevur Reiðarafelagið í síni ársfrágreiðing gjørt vart við júst somu órógv. So Jørgen hevur havt ríkiligt av høvum at taka upp í samband við vinnuna, um hann heldur at hon hevur misskilt nakað sum helst. Men nú er tað ov seint!


Lokkar við óvissum vinningi móti vissum tapi

JN heldur at niðurskurður í fiskidagatalinum er ein natúrlig fylgja av øktari umsetiligheit sum skal liggja í eini sokallaðari "pappírsleysari semju" í samgonguni, og sum enn mánaðar eftir at hon er gjørd er so pappírsleys, at eingin enn hevur kunnað sæð hana á einum pappíri. Men høvuðsinnihaldið sigst vera, at tað framyvir skal kunna vera møguligt at selja og keypa fiskidagar millum línuskip og partrolarar. Fyrst er ringt at síggja tað skilagóða í hesum, um vit ætla at varðveita ein fjølbroyttan flota. Síðan er ringt at síggja hvussu hetta skal kunna skaffa fleiri fiskidagar, tá fiskidagarnir verða fult troyttir í báðum hesum bólkum.

Men tað sum er tað avgerandi er, at tað er ringt at síggja, at tað skal kunna gagna vinnuni, at ein so óvissur "vinningur" skal latast við aðrari hondini meðan hin hondin uppá forhond og uppá dagin 1. september tekur henda vinningin inn aftur. Hetta er ikki tað sum vit onnur kalla stabilitet.


Tekur arbeiðið úr hondini á skipanarnevndini

Eitt annað er so tað, at tað skuldi samb. arbeiðsbroytingum millum Skipanarnevndina og Fiskimálastýrið skuldi verið uppgávan hjá Skipanarnevndini at meta upp hvørt ein økt umsetiligheit merkir broyting í upprunaliga grundarlagnum fyri fiskidagaskipanini. Við síni grundgeving á hesum øki, nevniliga at Jørgen sjálvur skal taka hædd fyri hesum, hevur hann veruliga tikið eina av høvuðsuppgávunum úr hondunum á Skipanarnevndini. Hetta hevur hann sjálvsagt fulla heimild til. Men tað er í hvussu er vist, at henda uppgávan kann ikki liggja á tveimum støðum. Tó skal tilskilast, at við teimum royndum sum vinnan hevur av "speedinum" í Fiskimálastýrinum er neyvan grund til at halda at hetta arbeiði verður betri røkt har. Men annars er henda grundgevingin einsamøll nóg góð til hjá vinnuumboðunum at leggja frá sær.


Skemtarin Jørgen: Lurtað verður eftir vinnuni annað hvørt ár!

Jørgen royndi at rógva uppundir, at vinnan hevði einki at klaga um tí gingið var eftir tilmælinum í fjør. T.v.s. at verður lurtað eftir henni annað hvørt ár, so má vinnan vera løgd. Hetta váttar tað sum vit vita, at Jørgen er ein rættuligur skemtari. Sum víst verður til fyrst í hesi grein er fiskidagaskipanin ein skipan, sum hevur ta fyritreyt at hon sleppur at virka eftir ávísum reglum, ikki annað hvørt ár, men hvørt ár. Hon skal geva vinnuni eina trygd fyri støðug viðurskifti. So t.d. teir sum í dag arbeiða við at leggja loyvi saman og fáa tað at bera til við verandi dagatal ikki annaðhvørt ár skulu liva í óvissu um at ein ella onnur pappírsleys semja tekur grundarlagið undan fortreytunum fyri hesi ætlan hjá vinnuni. Ein ætlan, sum annars er í samsvar við politikkin hjá landsstýrinum.

Hetta er stórt sæð tað, sum í fyrsta umfari kann sigast um hetta mál, men vit fara heilt givið at venda aftur til tað.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking