Hetta tolir illa dagsins ljós

Hetta er tað mest fiktiva nakrantíð, er skoðsmálið hjá minnilutanum í fíggjarnevndini í álitinum, sum varð lagt fram seinnapartin

Minnilutaumboðini í fíggjarlógini halda ógvuliga lítið um uppskotið til fíggjarlóg, arbeiðið í fíggjarnevndini við uppskotinum og álitið, sum meirilutin í nevndini hevur skrivað.

Minnilutin sigur seg ikki hava verið við í viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum, og hevur tí ikki eitt álit, sum ítøkiligt viðger tær einstøku greinarnar í fíggjarlógini, men sum meiri lýsir arbeiðslagið í fíggjarnevndini.

 

Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen siga soleiðis:

Uppskotið er hitt mest fiktiva, sum nakrantíð hevur sæð dagsins ljós. Og av tí sama tolir tað illa dagsins ljós. Sambært uppskotinum verður avlop landskassans fyri 2019 403 mió. krónur. Men hetta tal fer á ongan hátt at halda.

Andstøðuumboðini vísa á fleiri útreiðslur í raksti og íløgum, sum hildið verður eru ov lágt settar, og so halda tey, at inntøkurnar eru mettar at vera alt ov høgar.

 

Andstøðan átalar harðliga, sum tikið verður til, harðliga óskipaða og ruðuleikakenda arbeiði samgongunnar. Hon sigur seg vera í stórum iva um rættleikan í tølunum í fíggjarlógimi. Støða verður tí tikin í tingsalinum til hvørja játtan sær á fíggjarlógini, siga Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Bill Justinussen.