Jonas Flindt Rasmussen, miðverji hjá B36, var sjálvsagt fegin, eftir at tað eydnaðist B36 at vinna 1-0 á heimavølli ímóti B68. Harvið er B36 framvegis topplið, og B36 hevur ikki tapt, nú kappingin er 16 umfør gomul.
- Hetta var ein arbeiðssigur. Venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur álagt okkum at arbeiða miðvíst og nógv. Um vit gera tað, so fara vit at fáa møguleikar, og tað vísti seg í dag. Tíbetur var Lukasz Cieslewicz kaldur, tá ið møguleikin var har lítla løtu undan leikloki, og harvið vunnu vit, staðfesti B36 miðverjin Jonas Flindt Rasmussen.
B68 miðverjin Christian Stokholm harmaðist um, at tað ikki eydnaðist B68 at vinna úrtøku.
- Í verjupartinum vóru vit væl skipaðir, og tað var møguleiki fyri at spæla okkum til stórar málmøguleikar serliga í 1. hálvleiki. Men tíverri vísti tað seg, at avgerðirnar á síðsta triðinginum ikki altíð vóru rættar, staðfesti Christian Stokholm í samrøðu við Rás2.