Seinastu ferðirnar hevur tað ikki verið so hugaligt hjá honum og hansara monnum. Í dag var EB/Streymur gestur í Fløtugerði, har tað snúði seg um, hvat av hesum báðum liðunum skuldi vera á sætta plássi eftir 11. umfar.
ÍF vann 2-1, og nú hevur ÍF 11 stig, og EB/Streymur hevur 9 stig.
Eitt korter var farið, tá ið EB/Streymur legði seg á odda. Rangstøðufellan hjá heimamonnunum kiksaði, og Heðin Klakstein átti alla mótstøðuhálvuna fyri seg sjálvan. Hann var kaldur, sneiddi framvið Martini Danielsen í ÍF málinum og trillaði bóltin í tóma málið.
Fyri spenningin og serliga fyri heimamenninar var tað ógvuliga týdningarmikið, at tað dygst undan steðginum eydnaðist at javna. Gundur E. Petersen spældi til eyðsýnda vongverjan í høgru, Elias Lervig, sum rak í høgru, áðrenn hann smekkaði til úr spískum, og bólturin fór í netið.
Eftir steðgin gekk tað javnt á. Báðir partar søktu sigursmálið, og tað skoraði ÍF. Aftur átti Elias Lervig avgerandi leiklut. Hann legði úr høgru og fram í brotsteigin, har miðvallarin Bogi Reinert-Petersen kastaði seg fram og við høvdinum stýrdi bóltin inn við handara stólpa.
-Vit hava havt trupulleikar í verjupartinum, og tá snýr tað seg ikki bara um teir í verjuni. Í dag riggaði tað væl. Allir ofraðu seg, skipanin hekk væl saman, og sigurin kennist ógvuliga søtur fyri okkum øll í Fuglafirði. Hetta var eitt mannfólkaavrik, sigur ÍF venjarin Ólavur Larsen.
Og Uros Stojanov var ikki við?
-Hann er darvaður av skaða og sat á beinkinum, og Filip Djordjevic er burturstaddur. Fram ímóti dystarenda varð Uros skiftur inn, og tá ið vit skoraðu sigursmálið, høvdu mótstøðumenninir serliga vakið eyga við honum. Hans Jákup Lervig var í fremstu røð. Hann er heilt øðrvísi spælari enn bæði Uros og Filip, men hann arbeiddi ógvuliga væl og var støðug hóttan fyri mótstøðumenninar, sigur Ólavur Larsen í samrøðu við Hera Simonsen í FM1.
-Vit eru vónbrotnir, tí tað gekk so ógvuliga javnt á, og tað kundi eins væl havt koppað okkum til fyrimunar, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen í samrøðu við Hera Simonsen í FM1:
-Nú fara vit at eftirmeta og hyggja inn í okkum sjálvar fyri at vita, hvat vit kundu havt avgreitt betri, og so venda vit fokus ímóti næsta vikuskifti, tá ið vit skulu spæla á útivølli ímóti Víkingi, sigur Jákup Martin Joensen.