- Hetta var fantastiskt


Sumba-TB 0-1 (0-1):

- Vit vóru mest sum avskrivaðir, tá fýra dystir vóru eftir at spæla, so tað er ótrúligt, at vit flyta upp hóast tað, sigur TB-liðskiparin, sum nú ætlar sær at gevast

 

2. deild


Rómurin var óførur í Sumba leygardagin.

Tað vóru ikki heimaáskoðararnir, sum fegnaðust, men hinvegin tvørámenn, sum vóru komnir suður í oynna at fylgja sínum liði í avgerandi dysti.

TB skuldi vinna í Sumba, og so var elsta felagið í landinum aftur í 1. deild. Og tað var júst tað sum hendi. Við einum mál, sum gávumildu vertirnir sjálvir syrgdu fyri, vann TB tætta dystin.

- Hetta er fantastiskt. Tá vit taptu í Fuglafirði, hildu tey flestu, at vit høvdu ongan kjans at flyta upp í 1. deild. Men vit hava havt ein góðan endaspurt, samstundis sum ÍF og Skála hava mist stig, og tað gjørdi, at vit vunnu 2. deild, sigur ein fegin Magni Petersen, sum er liðskipari og ein av teimum royndu spælarunum á liðnum.

- Í fjør vóru vit á odda, tá tað manglaðu fimm dystir, og vit kiksaðu fullkomiliga. Í ár var støðan akkurát tann øvugta, so hetta er stuttligt, sigur hann.


Skiftu venjara fýra tríggjar ferðir

Kappingarárið byrjaði ikki so hugaligt hjá TB, sum var úti fyri stórtapi í steypakappingini, og sum eisini fekk keðiliga byrjan upp á landskappingina.

Tá seks dystir vóru spældir av kappingini, lá TB í botninum við fimm stigum, og triði venjarin tók við. Ein dani og ein norðmaður stóðu á odda fyri liðnum, men báðir søgdu seg úr starvi, tí samstarvið riggaði ikki.

Áðrenn summarsteðgin tók Zoran Mancic við venjarastarvinum, og síðani hevur TB bert tapt ein av 12 dystum.

- Zoran fekk stabilitet í liðið, og tað gjørdi, at vit kundu toga okkum upp í toppin, hósat vit byrjaðu so illa, sigur Magni Petersen.

- Hetta var eitt undarligt ár, tí fyrsta kvøldið eg vandi, segði danski venjarin seg úr starvi. Síðani skiftu vit tvær ferðir venjara, men tá Zoran tók við fór at ganga betur.

Og samstarvið millum TB og Zoran Mancic hevur verið so gott, at Zoran heldur fram sum venjari í TB komandi kappingarár.


Eitt mál á muni

Dysturin á Krossinum leygardagin var tættur, og bæði sumbingar og tvørámenn høvdu møguleikar at gera mál. Í fyrra hálvleiki gekk báðar vegir, og sumbingar lógu fram við, men Lars Muller gjørdi neyðugu bjargingarnar. Í hinum endanum hevði TB sínar atsóknir, men spælið hja teimum tóktist verða darva nakað av spenninginum og týdninginum í dystinum.

Í seinna hálvleiki gekk betur hjá gestunum, og hóast bæði liðini framvegis vóru við í dystinum, so hevði TB fleiri kjansir at avgera dystin. Jón Tórur Holm hevði drønskot á tvørstongina, og stútari frá Magna Petersen varð bjargaður á strikuni.

Einasta málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki, og tað vóru sumbingar sjálvir, sum syrgdu fyri tí. Ein bóltur varð sendur inn í brotsteigin, eitt høvd var á bóltinum, sum fór upp í loft, og tá hann kom niður aftur, skuldi verjumaðurin, Elian Hansen, sparka burtur, men hann rakti bóltin skeiv og sendi í egið mál.

Í seinastu løtu vóru sumbingar um at taka sigurin frá tvørámonnum. Eirikur Joensen smekkaði til, bólturin traff ein TB´ara, og so endaði bólturin á stólpanum.

TB yvirlivdi nasku royndina, og tá dómarin so bríkslaði dystin av, vóru tvørámenn ovurfegnir. Felagið hevur seinastu trý árini stríðst fyri at sleppa aftur í 1. deild, og tað eydnaðist hesaferð.


Styrkja liðið

Støðan í fótbóltin á Tvøroyri er ikki tann sama, sum hon var í áttatiárunum, tá felagið var millum toppliðini í 1. deild. Í 1987 vann TB seinasta meistaraskap sín, og seinastu árini hevur felagið ikki verið í nánd av gullið í bestu deildini.

Liðskiparin hjá TB heldur tó, at liðið kann standa seg í bestu deildini, um teir gera sær ómak komandi ár.

- Spælararnir skulu venja meira, og teir skulu taka uppgávuna í stórum álvara. Harafturat verður helst neyðugt at fáa onkrara spælarar afturat í felagið, so liðið kann hava ein størri hóp, sigur Magni Petersen.

- Kanska skulu vit í fyrstu syftu royna at lokka onkrar suðuroyingar at spæla í TB, men útlendingar kunnu ivaleyst eisini koma upp á tal, heldur hann.

Magni Petersen var við til at vinna seinasta FM-heitið hjá TB, og nú hann hevur verið við til at spæla felagið upp aftur í bestu deildina, ætlar hann sær at gevast.

- Tað krevur nógv at spæla í 1. deild. Hevur tú ikki møguleikan at venja fýra ferðir um vikuna, so hevur tú einki at gera í 1. deild, so eg ætli mær at gevast, sigur hann.

Men teir tvørámenn, sum ætla sær at halda fram, fáa til uppgávu at halda elsta felagnum í landinum í bestu deildini.


Sumba-TB 0-1 (0-1)

0-1: Sjálvmál