Tað var stórur lætti, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð í grannauppgerðini millum NSÍ og Skála, og heimaliðið stóð við 2-1 sigri og trimum stigum, sum bera við sær, at tað nú eru fimm stig frá NSÍ og aftur til niðurflytingarstrikuna.
-Tað var sera týdningarmikið, at vit vóru frammanfyri við tveimum málum eftir fyrra hálvleik. So løgdu vit nýggja ætlan, men hon fór í vaskið, tá ið teir fingu brotsspark og minkaðu um munin beinanvegin eftir steðgin. Sigurin smakkar væl, og tað var sera týdningarmikið, at vit megnaðu at halda tørn, hóast trýstið var øgiligt síðstu løtuna, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum skoraði bæði NSÍ málini, sum ikki fjalir, at tað vóru nervar síðstu løtuna, tá ið Skála pressaði fyri at javna:
-Í løtun hugsa vit ikki um stigatalvuna. Hjá okkum ræður tað um at vinna fótbóltsdystir, og í dag vunnu vit, og tað fegnast vit um, sigur Klæmint A. Olsen.
Fyrstu umførini hevur tað eisini verið soltið hjá NSÍ kvinnunum. Í dag vóru tær í Gøtu og spældu grannauppgerð, og NSÍ vann 3-0. Hetta var annar sigurin hjá NSÍ kvinnunum, sum síðsta sunnudag megnaðu málleysan javnleik á heimavølli ímóti toppliðnum KÍ.
Í gjár var næstbesta NSÍ liðið, sum spælir í 1. deild, í Sørvági, og tá eydnaðist tað NSÍ at vinna 2-1 ímóti 07 Vestur. Hetta var annar sigurin hjá NSÍ í ár. Atli Petersen legði NSÍ á odda, tá ið ein hálvur tími var farin, Oddur Petersen javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki, og Jóel Jacobsen skoraði í síðsta minutti NSÍ sigursmálið.