- Hetta var hart

Tá klokkan var umleið fýra seinnapartin, komu tær fyrstu kvinnurnar í Kvinnurenningini 2013 á mál í miðbýnum í Havn.

 

Millum tær tilsamans 1980 kvinnurnar, sum luttóku, vóru systrarnar báðar Elin B. Ejdesgaard og Jóna B. Ejdesgaard.

 

Hetta er fyrstu ferð, tær luttaka í Kvinnurenningini. Komnar á mál, vóru tær troyttar men væl nøgdar.

- Hetta var hart, men lekkurt, tá vit nú komu á mál, segði Elin B. Ejdesgaard, tá tær vóru komnar um málstrikuna.

 

Áðrenn tær byrjaðu at renna í dag, høvdu tær lagt sær eina ætlan.

 

- Vit høvdu avgjørt frammanundan, at vit skuldu fylgjast allan vegin. Um ein hevði hug til at ganga eitt strekki, so gjørdi hin eisini tað. Men tað riggaði alt væl og vit hava runnið allar fimm kilometrarnar, segði ein errin Jóna B. Ejdesgaard. 

 

Tær høvdu sett sær fyri, at koma á mál innan ein hálvan tíma, men klokkan vísti 35 minuttir, tá tær fóru um málstrikuna.

 

- Tað er sjálvandi sindur keðiligt, men tvætl, nú hava vit so roynt hetta. Vit hava heldur ikki vant til Kvinnurenningina, men næstu ferð so kunnu vit venja fram til henda dagin, og hvør veit, kanska vit tá enda í topp fimm, søgdu tær báðar systrarnar.