Jólaheilsanir í Útvarpi Føroya eru eitt líka víst tekin um at jólini nærkast, sum Cadbury eskjurnar í handlinum eru!
At hendan siðvenja livir er løgið, nú sambandið millum Føroyar og umverðina er so gott, og tey flestu kunnu hoyrast hvønn dag um ein so vil. Men eg trúgvi, at tey flestu kunnu verða samd um, at tað er nakað serligt at fáa eina jólaheilsan úr útvarpinum.
Í fleiri á havi eg havt ábyrgdina av, at jólaheilsanirnar úr Stockholm verða varpaðar til familju og vinir í Føroyum.
Vit stíla fyri veitslu í sambandi við, at heilsanirnar skulu inn á band og eta dunnu og annan føroyskan jólamat, og onkutíð hava við eitt sokallað svenskt "knytkalas" har øll taka okkurt við.
Tá so etið er, og hýrurin er góður, er tíðin komin til jólaheilsanirnar.
Tey djørvu, og oftani tey sum hava teir longstu listarnar, koma fyrst inn í stovuna ella kamarið, har eg siti við mínum bandupptakara!
"Gott kvøld føroya fólk" - soleiðis byrja mannfólkini ofta! Haldi ikki at eg nakrantíð havi hoyrt eina kvinnu heilsa øllum føroya fólki nakað enn. Tær koma oftani inn við nøkrum "post-it" lepum og lesa stutt og greitt heilsanina til familju og vinir.
Stuttligast er sjálvandi, tá børnini eru við. Tey eru oftani so spent at orðini nærum rapla úr munninum, og ilt er at skilja, hvat tey siga. Helst skal jú málið eisini vera føroyskt, og tað er ikki teirra móðurmál.
Og við børninum kemur sangurin - "Nu tændas tusen juleljus..." er ein favorittur. Summi syngja solo, og onkuntíð hava vit roynt at gjørt eitt lítið føroyskt barnakór, sum vit hildu sungu so pent. Men tá eg tosaði við familjuna heima, vildu tey vita, hvør tað var sum skrálaði í útvarpinum...
Tárini renna eisini, tá hugsað verður um tey har heima. Eitt árið var tað ein mamma sum longdist sera illa og royndi fleiri ferðir at lesa heilsanir, men tað misseyðnaðist hvørja ferð! At enda tók dóttirin, sum var sjey ár, yvir og las heilsanirnar til ommu og abba inn.
Jólaheilsanirnar, trúgvi eg, eru ein siðvenja, vit føroyingar bæði heima og uttanlands vilja varðveita.
"Hetta var Inna, nú koma jólini..."