Steyparómur
Tað var ein øgiligur rómur á klaksvíkingum úti á vøllinum, tá ið dómararnir báðir høvdu bríkslað seinasta bríkslið í dystinum millum Stjørnuna og VB, og staðfestast kundi, at Klaksvíkar býur hevði ognað sær enn eitt steyp. Mitt í øllum trunkanum gekk sjálvur borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, og hann var sum vera man ovurfegin.
Ómetaliga stóran týdning fyri býin
Spurdur hvønn týdning ein slíkur steypasigur hevur fyri Klaksvíkina, sigur Steinbjørn Jacobsen, at hann hevur ómetaliga stóran týdning. Hann sigur, at í sambandi við dystin verður fokus sett á býin, og tað at kvinnurnar hjá Stjørnuni kunnu koma frá at verða aftan fyri 1-8 og enda við at vinna dystin, er fantastisk reklama fyri Klaksvíkina, sigur Steinbjørn.
Tá ið vit spurdu Steinbjørn, um kvinnuliðið hjá Stjørnuni er ítróttarligi stoltleikin hjá Klaksvíkar býi, er hann skjótur at svara, at allur ítróttur er stoltleiki hjá býnum, men hann leggur afturat, at avrikini hjá Stjørnuni eru so góð, at nógv uppmerksomheit eru um tær júst í løtuni.
Somuleiðis fegnaðist Steinbjørn um, at klaksvíkingar eru so óførir at stuðla sínum ítróttarfólki, tá ið dystast bæði í Klaksvík, men so sanniligani eisini aðrastaðnis í landinum. Hann sigur, at hondbólturin í Klaksvík er á veg fram, og vónandi fara vit um nøkur ár at síggja Stjørnuna aftur í bestu mansdeilduni, har teir áður vóru fastir fúsir, endar borgarstjórin í Klaksvík, áðrenn hann leitar sær inn aftur í trunkan av ovurfegnum klaksvíkingum.