Hetta er at misbrúka valdið og tað vil eg ikki vera við í. Tað sigur Heðin Zachariasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Beint nú hevur Løgtingið endaliga samtykt málini um sammøður. Í eini roynd at fella málini, løgdu tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard frá sær. Endamálið var at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum at forða fyri, at uppskotið um sammøður varð samtykt. Men so hendi tað, at ein tingmaður fyri Fólkaflokkin, Heðin Zachariasen, bað um farloyvi og sostatt tók Annika Olsen aftur sæti á Tingi kortini.
Úrslitið var, at trý tingfólk í samgonguni, Annika Olsen, Johan Dahl og Erhard Joensen, atkvøddu fyri uppskotunum og sostatt eru samtykt.
Heðin Zachariasen, sigur, at hann vildi ikki góðtaka hesa framferðina hjá leiðsluni í Fólkaflokkinum. Hann ásannar, fólk eru ósamd, men tá ið landsstýrisfólk fara frá við tí einasta endamáli at fella eitt uppskot, er tað at misbrúka maktina og tað vil hann hvørki eiga lodd ella deil í.
Hann sigur, at tað kemur ikki óvart á Fólkaflokkin, at hann fór at biðja um farloyvi, tí tað hevur gjørdi hann flokkinum greitt frammanundan. Hann sigur sostatt, at orsøkin til at hann bað um farloyvi er støðan, sum er í Fólkaflokkinum í løtuni.
– Eg gjørdi flokkinum greitt, at verður valdið misbrúkt upp á hendan mátan, vil eg ikki verða ein partur av tí og tí fari eg at biðja um farloyvi, leggur hann afturat. Hann hevur biðið um farloyvi í átta dagar fyribils og tá ið farloyvistíðin er av, tekur hann aftur sæti á tingi.
Hann hevur onga meining um, hvussu arbeiðsfør hendan samgongan er, men hann heldur, at Fólkaflokkurin er viknaður av hesi avgerðini, tey hava tikið í dag.











