Hetta vita vit um skottilburðin í Field's

Trý frólk doyðu í skottilburðinum í handilsmiðstøðini Field's í Keypmannahavn. Hetta vita vit higartil:

 

Løgreglan hevur í morgun hildið tíðindafund, eftir at fleiri eru rakt av skotum í handilshúsinum Field's í Ørestad í Keypmannahavn.

Her er eitt yvirlit yvir, tað vit vita um hendinginga:

* Sunnudagin klokkan 17.36 fekk Københavns Politi fráboðan um skottilburð í handilshúsinum Field's á Amager. Løgreglulið varð alt fyri eitt sent á staðið, har fleiri fólk vórðu rakt av skotum.

* Sambært løgregluni vórðu skot latin av á tveimum ymsum støðum inni í Field's.

* Trríggir persónar – tvey ung fólk og ein maður – doyðu av skotunum.

Talan er um ein gentu og ein drong, sum bæði vóru 17 ár og ein 46 ára gamlan mann, sum var russiskur ríkisborgari, men sum búði í Danmark.

Fýra eru harumframt rakt av skotum, har støðan hjá einum er kritisk. Í dag eru støðan hjá hinum trimuum stabil og eru tey uttan fyri lívsvanda.

Talan er um tveir danskar ríkisborgarar, ávikavist ein 40 ára gomul kvinna og ein 19 ára gomul kvinna, og tveir svenskir ríkisborgarar, ein 50 ára gamal maður og ein 16 ára gomul genta.

* Umframt tey trý dripnu og fýra álvarsliga skaddu hava 23 fólk fingið skaða í sambandi við skottilburðin í Field's. 

20 fólk fingu smærri skaðar, sum stóðu í sambandi við evakueringina úr Field's. Eingin teirra varð raktur av skotum.

Trý fólk eru viðgjørd fyri møgulig strokskot á staðnum og síðani farin heim.

* Løgreglan hevur handtikin ein 22 ára gamlan danskan mann fyri skottilburðin. Hann varð handtikin uttan fyri handilshúsið klokkan 17.48.

* Maðurin er sambært løgregluni »kendur úr psykiatriini«. Løgreglan kendi bert periferiskt til hansara.

* Higartil benda kanningarnar hjá løgregluni á, at hann var einsamallur um illgerðina, og at hann hevði lagt hana til rættis frammanundan.

* Sambært løgregluni er í løtuni einki, sum bendir á, at motivini hjá manninum hava samband við yvirgang. hann er skuldsettur fyri dráp og varð seinnapartin varðhaldsfongslaður í 24 dagar.

* Løgreglan vil enn einki siga um motivið hjá mistonkta, men metir, at talan er um tilvildarilig offur. Kyn verður ikki mett at vera eit motiv.

* Sambært løgregluni hevði tann mistonkti eina riflu, eina pistól og ein knív og lóður uppi á sær. Kanningar hjá løgregluni vísa, at vápnini vóru lóglig, men at mistonkti ikki hevði loyvi at nýta tey.

* Tað flýtur í myndum og video av mistonkta á sosialum miðlum, har hann vísir seg fram við vápnum. Løgreglan váttar, at tað er teirra uppfatan, at tað er tann mistonkti, sum er á filmsbrotunum.

* Nógv fólk, sum sunnudagin vóru í Field's runnu ræðslusligin út úr miðstøðini. Tað vísa myndir og filmsbrot.

* Tungt vápnað løgreglulið hava verið við Field's síðani, eins og í Keypmannahavn og á Sælandi.

Keldur: Københavns Politi, Hovedstadens Akutberedskab, DR.

/ritzau/