Marine Harvest tjenti í fjør góðar 23 krónur fyri kilo av laksi í fjør, og tað er gott. Árið fyri var nógv betri, men tá slaktaði felagið eisini 11.000 tons í mun til eini 6.000 tons í fjør. Yvirskotið hjá alifyritøkuni í fjør var 140 miljónir, og eginognin er 605 miljónir krónur.
Men, hevði Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í felagnum, roknað við, at virksemið hjá Marine Harvest fór at gerast so stórt, tá hann fór upp í fyritøkuna? Henda spurning setti Rás2 honum í gjár.
- Eg noyðist erliga at viðganga, at tað hevði eg ikki roknað við, tó at eg havi verið í alivinnuni í nógv ár. Tá eg kom upp í Marine Harvest í 2007, vóru vit ógvuliga errin av, at vit høvdu tvær miljónir krónur í avlopi hetta árið. So, tað er nógv hent hesi árini, sigur stjórin.
Á aðalfundi í Marine Harvest um dagarnar fór Ragnar Joensen frá sum nevndarformaður, og hann var stjóri í felagnum undan Hans Jákupi Mikkelsen. Hvar merkir tað so, at Ragnar Joensen ikki er nevndarformaður longur?
Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at Ragnar Joensen hevur verið í Marine Harvest í meira enn 17 ár, og hann valdi nú at fara úr felagnum og ganga egnar leiðir. Tí noyddist felagið at velja nýggjan formann ella forkvinnu sum bleiv Marit Solberg, sum er systir norska forsætisráðharran.
Stjórin vísir á, at Marine Harvest hevur valt at gera eina stóra íløgu í smoltstøð á Hellunum, og hetta er ein íløga á 100 miljónir krónur.
- Hetta snýr seg um 8.000 rúmmetrar av vatni, sum vit hava fingið aftrat teimum 4.700, sum vit høvdu frammanundan. Hetta er soleiðis meira enn ein tvífalding av tí sum var. Íløgan er gjørd fyri at lyfta smoltið úr 150 gr., sum vit hava framleitt í so nógv ár og upp á 700 til 800 gr., sum vit nú ætla at hava í miðal.
Hans Jákup Mikkelsen sigur, at ætlanin við hesum er at flyta eitt hálvt ár av alingini á sjónum upp á land.
- Fyrimunirnir við, at tú flytir henda partin upp á land, merkir, at fiskurin er styttri í sjónum og vágin fyri sjúku og lús verður minni. Við tað, at tú arbeiðir á landi longri enn áður, ger, at tað eisini ber til at veksa um føroysku alivinnuna.
Stjórin vísir á, at Føroyar í nøkur ár hava alt eini 65.000 til 70.000 tons í Føroyum, og líkt er ikki til, at nøgdin veksur. Men, við tað, at tað nú ber til at ala ein part av tíðini á landi, ger, at nøgdin av alifiski nú kann økjast.