Hevði koyrikort í eina viku – og misti tað

Ein ung kvinna fekk ikki nógva gleði av koyrikortinum, hon fekk fyri bara í einari viku síðani

Aftur í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningur og tað rakti eina unga kvinnu serliga meint.

 

Ferðslukanningarnar vórðu gjørdar inni í Eysturoy og har vórðu átta bilførarir tiknir fyri at koyra ov skjótt.

 

Fimm bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt og tveir fingu bót.

 

Men serliga ein bilførari varð hart raktur.

 

Tað var ein ung kvinna, sum koyrdi 116 kilometrar um  tíman á einum strekki, har tað er loynvt at koyra 80.

 

Tað merkir, at hon missur koyrikortið. Men fer hon upp til nýggja koyriroynd áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, og klárar royndina,  fær hon tað aftur.

 

Løgreglan sigur, at hon hevur havt koyrikort í átta dagar, so hon fekk ikki nógva gleði av tí.

 

Men av tí, at hon hevði havt koyrikortið so stutt, fekk hon koyriforboð á staðnum og mátti tískil seta bilin, tá ið hon varð tikin.

 

Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur hevur verið á Rás2 í morgun og tosað um ferðslu.

 

Og hann viðmerkti, at tá ið eitt dømi, sum hetta, tekur seg upp, kann mann ivast í, hvussu stór nyttan er í áhaldandi upplýsingini um ferðslu ...