Hevði tú viljað havt eina slíka kettu?

Tað eru fleiri alarar av XL Bully-Cat í USA og Onglandi, og nýggja kettuslagið er við at spreiða seg.

Nýggja kettuslagið fær fleiri upp úr stólinum. Kettan hevur stutt bein, einki loðskinn, eingi snoddhár, og hon hevur álvarsligar heilsutrupulleikar.

 

Kortini eru tað fleiri, sum vilja hava hetta muteraða nýggja kettuslagið, sum myndin omanfyri vísir.

 

Serfrøðingum dámar hetta lítið, og tað eru tey, sum siga, at hetta er djórapínsla. 

 

Kettan á myndini er ein blandingur av hárleysa sphynx-slagnum og stuttbeinta munchkin-slagnum, og hon hevur arvafrøði, sum gevur henni heilsutrupulleikar.

 

Kortini er kettuslagið - rópt XL Bully-Cat - við at spreiða seg.

 

Sambært The Guardian er kettan ald á henda hátt fyri at líkjast amerikanska bully-hundaslagnum

 

Uttan loðskinn kann sólin gerast ein trupulleiki, og kettan kann fáa húðkrabba. Stuttu beinini kunnu føra til liðagikt og geva kettuni trupulleikar at flyta seg.

 

Og uttan snoddhár kann kettan fáa trupulleikar við samskiftinum og við at finna leiðina, hagar hon vildi farið.

 

The Guardian hevur skift orð við serfrøðingar, sum halda, at ein ketta av hesum slag helst fer at liva eini seks ár styttri, enn vanligar kettur gera.

 

Tað eru serfrøðingar, sum halda, at ein slík ketta, sum hendan á myndini, hevur mist rættin til eitt vanligt kettulív, men er í staðin vorðin fangi í egnum kroppi.

 

Sambært ávísini eru fleiri bully-kettualarar bæði í USA og Onglandi, og tað eru netsíður, sum siga, at í onkrum føri standa keyparar av XL Bully-Cat á bíðilista.