Skuldsetti hevur áður framt álvarslig brotsverk

Einaferð setti hann lív og heilsu í vanda hjá einari fyrrverandi unnustu, tá hann klipti bremsurørini av á bilinum hjá henni.

 

Hesa kámaðu mynd hevur Ekstrablaðið í dag av manninum, sum tey siga er elektrikari.

Málið um 22 ára gomlu gentuna, Mia Skadhauge Stevn, sum hvarv í Aalborg tíðliga seinasta sunnumorgun, tá hon á vakmyndatólum varð sædd at fara í ein myrkan bil nærindis Jomfru Ane Gade, hevur vakt ans, bæði í Danmark og londum kring um okkum.

 

Leingi var ein lítil vón um, at gentan fór at koma afturíaftur á lívi, men seint í gjár var eingin vón eftir. Tá fann løgreglan leivdir av einum menniskja í Dronninglund Storskov, sum tey halda eru av Miu Skadhauge Stevn. Onkrir ognarlutir hjá gentuni eru eisini funnir.

 

Mikudagin handtók løgreglan tveir 36 ára gamlar menn, sum alt sítt lív hava verið vinmenn. Báðir vóru teir til grundlógaravhoyri í gjár, har annar varð fongslaður í fýra vikur fyribils, meðan rætturin - og í dag eisini landsrætturin - gjørdi av, at hin skuldi leyslatast aftur.

 

Hóast leyslatingina, hevur løgreglan tó framvegis báðar menninar skuldsettar fyri drápið av Miu Skadhauge Stevn.

 

Seinnapartin í dag veit Ekstrablaðið at siga, at maðurin, sum situr varðhaldsfongslaður í málinum, áður hevur verið í klórnum á løgregluni og hevur sitið frammanfyri dómara í einum álvarsligum máli. 

 

Blaðið skrivar, at maðurin áður hevur sett lív og heilsu hjá einari fyrrverandi unnustu í vanda, tá hann klipti bremsurørini av á bilinum hjá henni. Haraftrat hevur hann verið ákærdur fyri at lata sáð eftir sær á vindeyganum hjá einari fremmandari gentu.

 

Hin 36 ára gamli, sum nú situr varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri drápið av 22 ára gomlu, Miu Skadhauge Stevn, noktar seg sekan í skuldsetingini um dráp.

 

##med2##

 

Hesa kámaðu mynd hevur Ekstrablaðið í dag av manninum, sum tey siga er elektrikari.

Tað er mangt, sum bendir á, at Mia Skadhauge Stevn kom í skeivar hendur seinasta sunnumorgun.