Hevur arbeitt fyri Dimmalætting í 65 ár

Leygardagin 2. august verð­ur fyrrverandi blaðstjórin á Dimmalætting, Benny Sam­uelsen, 80 ár.

Sigast kann um Benny, at hann er av góðum sambands­bergi brotin. Abbi hansara var tann ”legendariski” sam­bandshøvdingurin Andrass Samuelsen, sum endaði sína politisku karrieru sum fyrsti løgmaður í Føroyum 1948-50.

Andrass var ættaður úr Haldarsvík, men gjørdist sýslumaður í Fuglafirði. Tí er Benny upprunaliga fugl­firðingur. Hann er sonur Lenu, f. Midjord, og Stein­grím Samuelsen, sum gjørd­ist sýslumaður eftir pápan. Benny og tey vóru ikki færri enn 12 systkin. Ein beiggi er Stanley, sum hev­ur undirhildið í Miðla­húsi­num nú um ólavsøkuna.

Nokk so nógvir av beiggj­unum komu at arbeiða sum prentarar á Dimmalætting. Her var eisini ættarsamband. Pápabeiggin Georg L. Sam­uelsen byrjaði sum prentari á Dimmalætting blaðungur, og hanm gjørdist seinni kend­ur blaðstjóri á blað­num.

Benny kom 14 ára gamal í 1943 í læru sum setari á Dimmalætting. Er tað nak­að fak sum er broytt, so er tað hetta. Tá ið Benny byrjaði var bert talan um at seta við hond. Bókstavirnir lógu leysir í einum kassa, og setingin var at taka bók­stav fyri bókstav úr kassa­num og seta teir saman til tekst. Tá liðugt var at prenta skuldu bókstavirnir leggjast aftur í hvør sítt rúm í kassa­num. Hetta ljóðar tungt, men gekk tó skjótt fyri seg.

Tað var so eitt. Men manu­skriptini vóru ofta skrivað við hond, og vóru sera ymisk til lesiligheit. Stavi­rættleikin mundi ofta vera so sum so. Tá ið setararnir komu til arbeiðis valdu teir sær tey ”bestu” manuskript­ini, sum vóru best lesilig. Teir sum komu seinast máttu so taka hini hand­ritini.

Tað var eitt stórt framstig, tá ið Dimmalætting í 1947 fekk setimaskinu, har tað bert skuldi trýtast á ein knøtt fyri hvønn bókstav eins og á eini teldu. Hvør einstøk regla varð stoypt í blýggi. Benny gjørdist so maskinsetari. Tað var í síni tíð tikið til, hvussu skjótt hann klárari at seta. At seta við maskinu lætti nógv um. Men korrekturur skuldi lesast, og var feilur í einum orði, skuldi reglan setast av nýggjum og fáast uppá rætt pláss í satsinum.

Nú er einki, sum eitur set­ari longur. Tey, sum skriva greinirnar, gera tær sam­stundis klárar til at seta upp til prentingina. Tað er held­ur einki sum eitur korrek­turlesing! Hetta man ofta síggjast aftur.

Gjørdist blaðstjóri

Í 1970 kom Benny at skriva fyri Dimmalætting saman við Georg. Hann hevði ein serligan førleika til hetta arbeiði sum setari. Setarar dugdu ofta væl at at skriva føroyskt, tí ofta máttu teir rætta í tekstinum, so hvørt teir settu, og tí gjørdist málið so gott.

Tað var tí eisini náttúrligt, at Benny gjørdist blaðstjóri á Dimmalætting í 1981, tá ið pápabeiggin Georg legði frá sær. Hetta starv hevði hann fram til 1995, tá ið hann fór frá fyri aldur.

Hann hevur verið for­mað­ur og er framvegis nevnd­ar­limur í Dimmalætting. Hetta merkir, at Benny inn­til nú hevur verið virkin á Dimmalætting og harvið í føroyska blaðheiminum í sam­full 65 ár.

Her hava sanniliga verið broytingar. Tað varð sagt, at tá ið Georg kom á Dimma­lættimg var hansara arbeiði at prenta við handakraft. Tá ið Benny kom var pressan rikin við elmegi. Sum sagt varð sett við hond. Blaðið kom út mikudag og leygar­dag, og tað var 4 síður hvørja ferð. Hvørt blað skuldi leggjast eitt fyri eitt í pressuna fyri hvørjar tvær síður og skuldi síðan faldast við handakraft. Hetta merk­ir, at fyri árið komu út 100 bløð, og samlaða síðutalið var um 400. Nú koma 250 bløð. Prentað verður við rúk­­andi ferð og blaðið kem­ur samanlagt út uttan at nakar nertir tað. Siga vit, at blaðið er 20 síður í miðal, verður hetta 5.000 síður ella meira enn 10 ferðir tað, sum var, tá ið Benny byrjaði. Hetta er ikki smá­vegis kollvelting. Leysa­sølu­prísurin var eisini ein ann­ar. Hann var 10 oyru fyri blaðið!

Benny dugdi væl at skriva. Men hann gjørdi sær eisini ómak so at eingin feilur var í tekstinum. Børn­ini minnast, hvussu hann altíð tók sær tíð til at fara aftur umaftur, áðrenn blaðið varð prentað at tryggja seg móti setifeil­um.

So nógv broytist. Nú er eingin Samuelsen við sínum góða penni eftir á Dimma­lætting uttan Beata. Vón­andi verður hon nakað enn.

Serstakt heim

Lívið hjá Benny hevur ikki bert verið Dimmalætting. Hann hevur eisini havt álitis­størv. Hann var millum ann­að nevndarlimur í Húsa­láns­grunninum í fleiri ár. Hann hevur spælt nógv sjónleik, verið við í fleiri útvarps­leikum og lisið skald- og stutt­søgur upp í útvarpinum. Hann spælir nógv bridge, og hann er ein av okkara mest royndu harumonnum.

Benny giftist við Sofíu, vanliga kallað Dúddan, f. Petersen, úr Kollafirði. Hetta var ikki minni fjøl­ment ætt. Tey vóru ikki færri enn 13 systkin. Her kom ein nýggj politisk dimen­sión inn. Her vóru tey eisini tjóðveldisfólk, ikki minst svágurin og javn­aldurin Janus!

Tey búsettust í teirra hugna­liga heimi í Magnus Heinasonargøtu í Havn í húsunum hjá langabbanum Georg Lindenskov.

Hetta var eitt serligt heim. Sum ofta var við hjúnum vóru tey bæði sera ymisk. Benny var tann meira friðar­ligi, meðan Dúddan var tann meira útvenda. Teirra heim gjørdist eitt savningar­stað hjá báðum hesum stóru ættum. Higar komu tey at vitja og eisini at gista og búgva, tá ið komið varð til Havnar. Yngra ættarliðið tekur framvegis til, hvussu hjartaliga tey vóru móttikin heima hjá Benny og Dúdd­uni.

Tey fingu børnini Lindu, sum býr í Noregi, Andrass, sum býr í Havn og Stein­grím, sum býr í Sørvági. Abbabørnini eru sjey og langabbabørn eru eisini komin. Tað er tikið til í familj­uni, hvussu gott sam­haldið var teirra millum. Hvønn mikudag ótu tey døg­urða saman. Dúddan hevði eina stóra savning av ”pipar og salt” bússum. So komu tey fast saman eina ferð árliga at vaska hesi íløt. Soleiðis hugnaðu tey sær saman.

Dúddan doyði í 1992, og hetta var ein stórur saknur. Nú vit hava havt ólavsøku kann verða nevnt, at til teirra kom øll familjan eisini á ólavsøku. Onkur tók um dagarnar til, at tað var einki við ólavsøkuni longur, nú Dúddan ikki var longur!

Benny er kendur fyri at vera eitt álitisfólk. Eg hevði sjálvur ein mammubeiggja Niels Juel, sum var prentari. Hann hevði nógv við Benny at gera og minnist eg enn, hvussu gott Niels Juel bar honum.

Ynskt verður Benny hjarta­liga tillukku við teim­um 80 árunum, sum ikki síggja út at tyngja hann á nakran hátt.

Móttøka verður í Havnar Klubba í morgin frá klokkan 11–16.

-----

ó.