Formaðurin í teimum báðum undirsjóvartunlunum heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt við at skriva undir mótmælið, sum kom aftan á tingsamtyktina um tunnil um Skopunarfjørð Bjarni Askham Bjarnason hevur verið í andglettinum, eftir at tey politisku feløgini í Norðoyggjum hava mótmælt, at hann sum ein tann fyrsti skrivaði hann undir mótmælisinnsavningina, sum varð sett í verk, eftir at løgtingið samtykti at gera undirsjóvartunnil um Skopunarfjørð. Men formaðurin heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt.
-Sandoyartunnilin var longu samtyktur, tá eg skrivaði undir, og tað, sum undirskriftirnar merkja, er, at vit mugu eisini brúka pengar upp á skúlaverkið, sigur Bjarni A. Bjarnason, sum vísir á, at hann sjálvur eigur børn, ið hann vil tryggja so góðar útbúgvingarmøguleikar sum gjørligt. Hann vísir eisini á, at hann hevur sín fulla rætt at skriva undir:
-Sum allir aðrir borgarar í samfelagnum havi eg ein grundlógartryggjaðan rætt til tali-, skrivi- og hugsjónarfrælsi, so her verður farið eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum, heldur Bjarni A. Bjarnason.