Hevur Bjørt mist politiska mótið?

Bjørt Samuelsen er gestur í Morgunsendingini á Rás2 í dag. Hon verður spurd, um hennara politiska visión er blivin ein illusión eftir eina buldraliga tíð í landsstýrinum Tjóðveldiskvinnan Bjørt Samuelsen seg í januar í samrøðu við Rás2, at hon vónaði, at hennara flokkur kom í landsstýrið, og so skulu tey sum seriøsir politikarar seta seg niður og gera eina ætlan fyri, hvat tey ælta næstu fýra árini ? og eisini stinga út í kortið fyri minst eitt valskeið longur fram.

Tjóðveldið kom í landsstýrið saman við Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum, og Bjørt Samuelsen gjørdist landsstýriskvinna. Men eftir 8 mánaðir við støðugum ósemjum og stríði brast politiski dreymurin hjá CHE-samgonguni.

Hevur hetta fingið Bjørt Samuelsen at missa politiska mótið ? og er politiska visiónin blivin ein illusión eftir upplivingina fyrsta árið í politikki? Tað verður hon millum annað spurd, tá hon vitjar í Morgunsendingini á Rás2 í morgun.

Í sendingini verður eisini prátað við danskan politikara um, at kvinnur hava ein stóran part av skuldini fyri, at tær ikki eru betur umboðaðar í politikki. Leikstjóri og koreografur til sangleikin Hair, sum nú verður settur upp, koma á vitjan, og eisini ber til at vinna atgongumerki til leikin.

Morgunsendingin á Rás2 er at hoyra millum 9 og 12.