Hevur Gundadalur enn ein møguleika?

Kávalæti førdi eina góða ætlan út í óføri.

Ólavur Hátún


Málið um Gundadal og Tórsvøll hevur tvinnanda aspektir:
1) Ein prýðilig ítrótta- og frítíðarverkætlan, sum professionellir byggilistarmenn eftir áheitan høvdu fingið í lag eftir drúgvar samráðingar við allar hugsandi áhugabólkar, bleiv rend um koll. Fylgjan av hesum:
a) Møguleikarnir til eitt sunt og gott frítíðarlív í Gundadali vórðu skerdir.
b) Frælsi ítrótturin fekk ikki sínar ætlaðu umstøður til at menna seg í Føroyum.
c) Føroya eru settar uttanfyri at kunna hýsa Oyggjaleikunum og fult og heilt
vera við í hesum kappingum millum oyggjalond, har vit natúrliga hoyra heima,
og har vit eftir øllum sólarmerkjum høvdu staðið okkum væl.
2) Á ódemokratiskan hátt og við lítið heiðurligari framferð fekk privatpersónur høvdið fyri seg hjá ráðandi myndugleikum at fremja áhugamál hjá sær sjálvum og einum rættiliga avmarkaðum áhugabólki fram um eina samfelagsrelevantari heildarætlan.
Fyri at kunna fremja hetta verk hevur fremsti framherji hjá hesum bólki, ein fyrrverandi virdur borgarstjóri, yvir fyri almenninginum borið fram ósannar grundgevingar. Dømir:
a) Í sínari grein m.a. í Dimmalætting 1. apríl (!) leggur Poul Michelsen plásstrot í Gundadali til grund fyri, at hann hevur útihýst frælsa ítróttinum av økinum, sum var ætlað hesari ítróttagrein. Eftir altjóða krøvum mátti vøllurin breiðkast frá 65 m og upp í 68 m, sigur hann, og rennibreytin mátti tí verið smalkað niður í 6 breytir. Fakta: Eftir uppruna Tórsvallarætlanini var fótbóltsvøllurin 68 m, og tú finnur valla stadion við 8 breytum í londum sum t.d. Danmark, Noreg ella Skotlandi.
b) Tá málið fyri 5 árum síðan bleiv tikið fram til almenna viðgerð, brúkti Poul Michelsen, sum sæst á eftirfylgjandi blaðsamrøðum, fíggjarligar orsakir og tíðartrot sum skoðsmál fyri at kunna útihýsa rennibreytini.

Viðmerkingar til greinastubba.

Í sínari svarheilsan til mín mikudagin 7. apríl unnir Poul Michelsen mær "rætt til at hava eina aðra raðfesting av, hvat føroyskur fótbóltur eigur at fáa í føroyskum ítróttahøpi". Øllum man vera greitt, at hjá mær hevur tað frá byrjan einans verið umráðandi, at tað ikki í fótbóltsovurhuga skuldi verða beint fyri teim møguleikum, sum enn vóru til eitt fjølbroyttari frítíðar- og ítróttalív í Gundadali enn bara til fótbólt.

"Argument røkka ikki longur...". Trupulleikin er tann, at onnur argument enn tey hjá Poul Michelsen ongantíð eru sloppin framat hjá myndugleikunum. Sum ein býráðslimur tók til : "Málið Tórsvøllur hevur ongantíð fingið nakra veruliga politiska og fakliga viðgerð, har ymisk argument hava verið frammi".

Poul endurgevur mína útsøgn um, at hann eins og annar geykaungi tveitti allar byggilistamenninar burtur úr verkætlanini; men hann afturvísir hana ikki.

Her kemur tí mín fyrsti spurningur til Poul Michelsen:
Hví tókst tú ikki upp samarbeiði við arkitektarnar í staðin fyri at nýta títt ódemokratiskt íkomna vald til at geva teimum durafjórðingin?

Poul hevur ".. fingið nógvar positivar reaktiónir ..." upp á sína skriving, sigur hann. Tað havi eg eisini fingið upp á mína, og eg havi neyvan møtt nøkrum havnarfólki, sum ikki harmast um, hvussu Gundadalur er viðfarin. Tað skuldi snúð seg um mentan og list; men úrslitið, sum nú stendur har, ber boð um alt annað.

"...Raðfestingin at byggja ein alheims fótbóltsvøll í Gundadali er tað rætta mótvegis heildarnýtsluni...." Eitt stadion við ongum atletikkumhvørvi, men við trimum fótbóltsvøllum, har tann eini og størsti liggur oyðin og tómur 360 dagar um árið, er tað nøkur heildarloysn?
"...Tað er ikki rætt at samantvinna eitt fótbóltsstadion og eitt stadion til frælsa ítróttin ..." Vøllir burturav til fótbólt finnur tú næstan bara hjá bóltfeløgum, sum hava fíggjarætlan sum okkara landsfíggjarlóg ella størri. - Flestu altjóða dystir, tú sært í sjónvarpinum, vísa kombinerað bólt- og atletikkstadion

Poul M.: "Eg var sjálvur býráðsformaður, tá íløgurnar til byggibúgving, spreinging og laðing vórðu gjørdar, kendi væl grundalagið undir ætlanini og var tí á ongan hátt í fremmandum umhvørvi". Ein og hvør kann spáka sær niðan í Gundadal og síggja, hvussu orka og samsvarandi íløga eru løgd í at runda byggilendið niðan móti svimjihylinum av til eina komandi rennibreyt. Tilvarandi steinseting varð løgd á í suðurendanum, eins og eisini aðrar fyrireikingar vóru gjørdar. Tí mín næsti spurningur til Poul Michelsen:
Hvussu sampakka hesar eyðsýniligu fyrireikingar til eitt veruligt ítróttastadion við tína útsøgn, at tað hevur ligið í kortinum bara at byggja ein fótbóltsvøll aftrat í Gundadali?

Poul vísir til sínar glæsiligu ætlanir á heimasíðu www.torsvollur.fo .
"Hattin av fyri Poul, fær hann hattar í lag!" kunnu vit siga í fyrsta viðbragdi, tá vit síggja hesar visiónir; men spurningar, sum beinavegin troka á, eru slíkir sum
1. Hvat skal okkara lítla samfelag, her tað ikki kann blíva talan um meira enn heilt fáar altjóða landsdystir um árið, við einum so ambitiøsum fótbóltsstadion, sum tú bert finnur makan til í størri býum, har slíkir vøllir eru í dagligari nýtslu?
2. Hví kroysta slíka eintáttaða fótbóltsætlan aftrat inn í Gundadal, sum líka væl kundi ligið so manga aðrastaðni í Suðurstreymi?
3. Hvussu kunnu menn nú fíggja slíkt ógvisligt projekt, sum áhaldandi høvdu tað sum grundgeving fyri ikki at fremja upprunaætlanina, at peningur kundi ikki skaffast til vega til so mikið sum at rudda burturfrá til eina rennibreyt?

Á heimasíðuni er eisini listi yvir sponsorarnar, sum stuðla Tórsvølli. Í uppriti til samtyktir fyri Grunnin Tórsvøll frá 24.06.98 stendur, at grannskoðaður roknskapur fyri árið verður at liggja alment frammi í tíðarskeiðinum 1. apríl - 1. mai á hvørjum ári. Tí hesir mínir spurningar til Poul Michelsen:
a) Er tað so, sum ljóðar, at Tórsvøllur higartil hevur kostað 35 milliónir krónur?
b) Hvussu stórur partur av hesum gjaldi er almennur peningur, og hvussu nógv er fingið til vega aðrastaðni, eitt nú frá sponsorum?
c) Hvussu nógv fer liðugtgerð av Tórsvølli, sum tað verður nevnt á heimasíðuni, at kosta?
d) Hvussu sær tann fíggjarætlanin út?

Hvat segði Poul Michelsen, og hvat meinti hann?

Í sínum seinna greinastubba, sigur Poul Michelsen meg "...leggja sær nakað í munnin, sum hann als ikki hevur sagt ella meinar ...". Lat okkum hyggja at, hvussu bløðini hava endurgivið Poul:

Sosialurin 3. november 1998: "Talan verður ikki um í fullum líki at útinna Tórsvallarætlanina .... Men tann ætlanin er ikki slept. .... triðja stigið verður frælsi ítrótturin. ... møguleiki verður fyri, at rennibreytirnar kunnu koma seinni. ... Tá peningur verður tøkur til at víðka økið, verða áskoðaraplássini flutt út á økið, sum tá kemur aftrat, meðan økið, har áskoðaraplássini í fyrstu atløgu verða, tá verður brúkt til rennibreytir.
... tað verður ikki mett ráðiligt, at raksturin kann bera meira enn tvær milliónir í lántøku (!).
.... Býráðið hevur játtað at stuðla við fimtan procentum - umframt tær sjey milliónirnar tað kostaði at gera økið soleiðis, sum tað liggur nú -, og landið hevur játtað 30 procent ." ( Hvussu kundi tað tá grundgevast fyri, at býráðsins umboð Poul Michelsen skuldi hava dupult mandat og sostatt avgerðarrætt í 4-mannanevndini fram um t.d. landsins umboð?)

Dimmalætting 12. mars 1999: Poul endurgivin: Hildið verður fast við uppskotið, ið kommunan kom fram við at byggja Tórsvøll stigvíst. ... Tá so avgerð verður tikin um, at nú eru ráðini til eina rennibreyt, so verður farið aftur um áskoðaraplássini og sprongt burtur úr berginum . Tá kunnu áskoðaraplássini verða flutt einar átta metrar eystureftir, og tá verður pláss fyri rennibreytini ... Sambært teknikarunum er tað onki problem...
Núverandi Tórsvallarprojekt kostar umleið 10 milliónir (!)

Dimmalætting 8. mars 1999: Poul Michelsen:"Einasta orsøkin til, at rennibreytin ikki verður bygd nú, er at fíggjarliga orkan ikki er nóg stór."

Sosialurin 21. mars 1999: Poul Michelsen: " Í løtuni hava vit ikki pengar til spreingiarbeiðið ... ( At hetta ikki var annað enn skálkaskjól kunnu vit allir, sum vóru á fundi um málið í Kommunuskúlanum 14. apríl 1999, vátta. Tann beistagerð, sum Poul Michelsen í tá eftirfylgjandi døgum framdi á Tórsvallarøkinum til tess at fyribyrgja, at rennibreytin fekk ein møguleika, tænir honum og hansara fylgisneyta Leivi Hansen til lítlan sóma). ... men um tað ber til at fáa hesar pengarnar til vega í ár, so ber til at taka elementini niður í heyst og seta tey upp aftur, tá arbeiðið er liðugt, og tað nýtist ikki at taka langa tíð. Kostnaðurin av tí arbeiðinum verður millum trý og fýra hundrað túsund krónur, sigur formaðurin í vinnurekandi grunninum." (Vert at hava í huga, um vitið kundi runnið við til at skipað eitt sindur um uppá Tórsvøll fram móti hansara upprunaliga endamáli í staðin fyri at fyrigykla við einari utopiskari loysn)

Sosialurin 14. apríl 1999: Poul Michelsen: ..." Tað er ov seint at broyta ætlanina nú ..."
(Talan var ikki um nakra broyting, heldur at halda fast við eina politiska samtykt. Stadionætlan í Gundadali hevði tá bíðað í meira enn hálvthundrað ár, so at einar tvær vikur aftrat gjørdu ikki tann sóra munin, so mikið meira sum at tað ikki var talan um nakran týðandi dyst fyrr enn út á heystið)

Við støði í hesum sitatum nú mín seinasti spurningur til Poul Michelsen : Leggi eg teg við órættum undir at hava ført óerliga talu yvir fyri almenninginum um tínar ætlanir á Tórsvølli?


Utopiskar visiónir heldur enn skilagóða loysn í Gundadali?

Í endanum í sínum seinna greinastubba ber Poul Michelsen m.a. fram, "at tað er rætt, at frælsi ítrótturin fær sítt egna øki." Spurningurin hvar slíkt øki er at finna í býnum hevur ofta verið frammi, og nú herfyri hoyrdist í útvarpinum, at teir sakkønu í býráðnum mæltu til at gera atletikkstadion hinumegin ringvegin við Svimjihøllina.
Fagur tónleikur í oyrunum á øllum ítróttahugaðum! - men uttan at vilja sáa iva um sakkunnleikan, so vita øll, at tað er sera vindhart upp á Hálsi, og at heilt serligar atgerðir skulu til, skal slíkur ítróttavøllur gerast nýtiligur. Tí mugu vit spyrja: Er tað realistiskt og skilagott hjá Havnar býi at fullføra eitt marglætis fótbóltsstadion, sum als ikki gagnar føroyskum fótbólti samsvarandi, og byggja eitt mestsum innandura atletikkstadion fyri fleirfaldað tað, sum tað higartil ikki hava verið ráð til, í staðin fyri við munandi minni íløgu at laga viðurskiftini í Gundadali aftur til felags gagn?

Her at enda skal her dentur verða lagdur á, at eg seti meg ikki soleiðis at skriva bert fyri at tríva aftur í fortíðina ella fyri at kasta skarn á nakað. Nei, heldur er tað mítt ynniliga ynski at kunna gera mítt til at vekja til umhugsni, áðrenn endaliga ov seint er.
Góðar og fjølbroyttar ítróttaumstøður eru av stórum samfelagsligum týdningi bæði fyri fólkaheilsuna og fyri tjóðskaparliga medvitið og samleikan. Á Oyggjaleikum hava vit fleiri upplivað gleðina og stoltleikan ikki minst hjá vertsfólkunum, tá tað gekk væl hjá teirra ungfólkum og sigursflaggið varð vundið á stong. Innímillum hevur tann føroyska røddin eisini verið at hoyra úti á leikvøllum; men serliga eftir dystir, har vit við venjingarumstøðum eru á hædd við hini sum á fimleikagólvi, í svimjihylum og í bólthøllum, situr tann føroyski fagnaðarrómurin enn í oyrum.
Á vitjan í Noregi seinasta summar hevði eg aftur sum í ungum árum høvi at uppliva stevnuhald, har eisini tíggjutals børn og ungdómar fródliga kappaðust í lopum, køstum og renning, meðan avvarðandi og onnur áhugað við spenningi fylgdu við. Mær datt í huga, at slíkt hevði okkara evnagóði ungdómur eisini havt uppiborið.
Tí er tað mín vón, at steðgað verður á, og at kommunu- og landspolitikarar saman við breiðum umboð fyri føroyskt frítíðar- og ítróttalív í felag seta út í kortið, hvat ið veruliga tænir høvuðsstaðnum og tjóðini best í hesum máli.

Eg vænti mær svar frá Poul Michelsen upp á mínar spurningar.