Vit eru farin at eldast og eingin er at taka yvir.
Arnold Gaard sigur, at tað er orsøkin til at hann nú gevst sum bakari, og at kenda bakaríið hjá Gaard í Trongisvági, nú er selt.
Tað er hin bakarin á Tvøroyri, Hans Olaf Johannesen, sum yvirtekur tað og hann verður sostatt einasti bakari, sum eftir er í allari Suðuroynni, men ein kondittari er í Vági.
Nú bakaríið hjá Gaard letur aftur, hevur tað verið ein býarmynd á Tvøroyri í samfull 60 ár, tí tað var í 1959, at Osleif Gaard, pápi Arnold, fór undir at baka í egnum bakaríið í Trongisvági.
Í 1972 fór sonurin, Arnold, í bakaralæru í Havn og hann var útlærdur í 1976. Eftir tað var hann nakrar fáar túrar við Rasmus Efferøe seinnapartin í sjeytiárunum, men síðani Osleif doyði í 1986, hava hann og systurin, Sólgerð, rikið bakaríið í Trongisvági.
Arnold sigur, at tað er nakað síðani at tankin um at gevast, varð fostraður og síðani er hann búnaður til endaliga avgerðin varð tikin heilt stutt síðani.
Hann sigur, at tey eru farin at eldast, hann er 64 og Sólgerð er 58, og kreftirnar eru ikki tað, tær hava verið og tí hava tey gjørt av at gevast.
At vera bakari er eitt sermerkt arbeiði, har arbeiðsdagurin ikki er sum hjá øðrum fólki.
– Eg tørni til hvønn morgun klokkan fýra, men afturfyri fái eg so frí um miðdagsleitið, sigur Arnold.
Men hann sigur, at tey bakaðu hvønn einasta dag, so øll hesi yvir 30 árini, hann hevur havt bakaríið, hevur hann ikki havt feriu.
Hann hevur heldur ikki havt frí um vikuskiftini, tí tá tá bakaði hann eisini.
– Vit bakaðu eisini sunnumorgnar og tað er ikki fyrr enn nýliga, at vit góvust við tí, sigur hann.
– So tað at hava eina feriu havi eg so til góðar. Hugurin at ferðast hevur heldur ikki verið tann stóri, men tað kemur kanska, sigur Arnhold.
Og Arnold viðgongur, at tað verður eitt sindur løgið at gevast eftir so nógv ár, og at hann nú má finna upp á okkurt annað at fáa tíðina at ganga við, men hvat tað skal vera, veit hann ikki ordiliga enn.