Hevur jubileumsframsýning í Føroyum

Else Husted Kjær, ið sum ung listakvinna í 1970 varð boðin til Føroya, tá ið Listaskálin læt upp, hevur nú aftur framsýning í Føroyum Tað var William Heinesen, sum tá fann uppá at bjóða bólkinum Vestjyske malerpíger til Føroya, og ein av gentunum var Else Husted Kjær.

Hon var tá nýbyrjað sum listamálari og hevur málað burturav síðan. Nú eru 40 ár gingin, og hon hevur í tí sambandi ferðast runt við eini framsýning.

Hon helt tað vera so upplagt at vitja aftur í Føroyum, og fríggjadagin læt framsýning hennara upp í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Hetta vikuskiftið er framsýningin opin frá kl. 11 til 17, annars verður framsýningin at síggja fram til mikudagin klokkan 12. Gerandisdagarnar er opið frá kl. 13 til 17.