Hevur kært setan av tíðindaleiðara í KVF

Ein umsøkjari hevur kært setanina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum til Mentamálaráðið

Ein umsøkjari hevur kært setanina av Liljuni Weihe sum tíðindaleiðara í Kringvarpinum til Mentamálaráðið

 

– Hervið skal boðast frá, at undirritaði hevur kært setanina av leiðara til aktueltdeildina í KVF í november seinasta ár. Orsøkin til at kært verður er, at mett verður, at orsøk er at halda, at tað ikki var tann best kvalifiseraði umsøkjarin, sum fekk starvið.

 

Soleiðis skrivar Eivind Jacobsen á Strondum í tíðindaskrivi, hann hevur sent miðlunum.

 

Um orsøkina til, at kært verður so seint, sigur hann, at tað hevur verið sera trupult at fáa at vita, hvør hevur søkt.

 

– Tað meti eg meg at hava fingið at vita í november í ár. Kæra bleiv send Løgtingsins umboðsmanni 23. november, men sendi hann kæruna til Mentamálaráðið. Málið er fult av feilum, men ikki fyrr enn greiða fekst á, hvør annar møguliga hevði søkt, var møguligt at fáa puslispælið at ganga upp, sigur Eivind Jacobsen.

 

Og hann staðfestir sjálvur, at Niðurstøðan er púra greið:

 

– Einki skil er á mannagongdum, og skeivur persónur fekk starvið, og tí eigur avgerðin hjá KVF at verða ógildað av Mentamálaraðnum, skrivar hann.

 

Hann sendi 12. desember umbiðin skjøl og frágreiðingar til Mentamálaráðið.

 

Til tey ósakligu skal eg siga, at um orsøkin til, at eg valdi at søkja sambært einari løgnari starvslýsing er, at eg meti meg verða egnaðan ella tí at ein umsókn gevur rætt til partsinnlit, sum onkur hevur spurt, er málinum óviðkomandi. Tað sum hevur týdning er, um málið er avgreitt á skilagóðan hátt av KVF. Og tað hevur heldur einki við setta persónin at gera, tí hon hevur ikki gjørt annað enn søkt eitt starv, sigur Eivind Jacobsen.

 

Og so hevur Eivind Jacobsen eisini eina heilsan tey fjølmiðlafólk, sum ætla sær at kanna málið nærri:

 

– Til tey, sum møguliga biða um alment innlit, skal upplýsast, at kæran sjálvandi er einvegis, tí tað er ein partur, sum framførir síni sjónarmið. Niðurstøða verður gjørd av Mentamálaráðnum og aftaná av Løgtingsins Umboðsmanni við støði í upplýsingum frá øllum pørtur.

 

Tað sum kært verður um er:

1.     Setanarbólkur ógegniður

2.     Stjórin luttók í setanarbólkinum

3.     Setanarbólkurin mannaður við ókvalifiseraðum fólki

4.     3 umsøkjarar valdir frá og tveir útvaldir til samrøðu eftir ósakliga viðgerð

5.     Persónur settur, hóast hann ikki er journalist, sum var grundgeving fyri at frásortera onnur, hóast EINKI krav um journalistútbúgving í lýsing.

6.     Manglandi innlit í skema til at gera profil!

7.     Ósamsvar í fundarfrágreiðingum

8.     Politiskur aktivitetur

 

Eivind Jacobsen sigur, at kæran er send við ynski um, at setanin verður ógildað, tí feilirnir eru týðandi og stórir.

 

– Hetta tíðindaskriv er sent, fyri at øll skulu vita, hvør hevur kært so sleppast kann undan at onnur verða løgd undir hetta og tær fylgjur, tað møguliga hevur, sigur Eivind Jacobsen.