Brúkaraumboðið hevur longu prógvað sín tilverurætt.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Fríggjadagin var almenn móttøka í Vági í sambandi við at Brúkaraumboðið er farið til verka.
Á móttøkuni vísti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum á, at stovnurin hann hevur longu prógvað sín tilverurætt.
Hóast Brúkaraumboðið bara hevur arbeitt í summar, hevur hann longu fingið 33 ítøkiligar klagur frá brúkarum, sum ikki føla, at handlar og fyritøkur eru farnar rætt fram ímóti teimum.
Av hesum málum hevur hann avgreitt tey 15 málini, men hini 18 eru enn undir viðgerð.
Umframt klagurnar, hevur hann eisini fingið einar 220 fyrispurningar umvegis telefon um ymisk viðurskifti.
Johan Dahl helt, at Brúkaraumboðið hevur fingið so góða undirtøku, at vit í longdini kanska eiga umhugsa at víðka stovnin til eisini at umfata eitt brúkarastýri, sum skal hjálpa og vegleiða brúkaran.
Á móttøkuni fríggjadagin trýsti Johan Dahl eisini á knøttin, sum startaði nýggju heimasíðuna hjá Brúkaraumboðnum.
Heimasíðan eitur www.bruk.fo og har er ymiskt at lesa um Brúkaraumboðið og niðast á heimasíðuni er eisini ein teigur, har tað ber til at senda umboðnum klagu beinleiðis við internetinum.