Løgreglan í Havn kannar nú eitt mál um neyðtøki
Tað er ein kvinna, mitt í tjúgunum, sum hevur boðað løgregluni frá, at hon er neyðtikin.
Løgreglan kannar nú málið. Og hóast løgreglan enn hevur rættiliga fáar upplýsingarnir, verður málið viðgjørt sum eitt neyðtøkumál við øllum teimum viðgerðum og kanningum, sum hartil hoyra.
Hendingin skal vera farin fram leygarnáttina, men enn hevur løgreglan ógvuliga fáar upplýsingar um málið og tí fáa tey fyribils heldur einki sagt um tað. Eingin er heldur handtikin í málinum. |